Henrik Old ætlar at lata grýtuna kóka

Tað ger onki um tey halda meg vera eitt sindur svakur, hevur hann sagt

Næsta ár skulu 500.000 krónur  brúkast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við ætlaða undirsjóvartunnilin til Suðuroyar. Tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum samgongan legði fyri Løgtingið fríggjadagin.

 

Í løtuni viðgerð Løgtingið eisini eitt uppskot um at at játta 500.000 krónur til endamálið í ár, og sostatt er nú tann fyrsta milliónin sett av til at kanna jarðfrøðina í sambandi við tunnilin

 

Samgongan skrivar í uppskotinum til fíggjarlóg, at eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur og tað verður í 2023.

 

Landsverk hevur víst á ein møguleika, har tunnilin fer av Sandi til Skúgvoy og haðani aftur til Sandvíkar. Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina.

 

Henrik Old sigur, at eftir hasara tykki hevur tað sera stóran týdning at lata grýtuna kóka, so at gongd er í málinum alla tíðina. Samstundis sum at roynt verður at fáa so stóra undirtøku fyri Suðuroyartunlinum sum gjørligt.

 

– Tá ið Sandoyartunnilin er komin, eru vit komin næstan á hálva leið til Suðuroyar, vísir hann á.

 

Tí heldur hann eisini, at tað hevur sera stóran týdning at fáa nakrar krónur settar av á fíggjarlógini, so at gongd kann haldast í fyrireikingunum.

 

Hann heldur, at tað er hugaligt, at orðaskiftið hevur tikið seg upp um Suðuroyartunnilin, tí vit vita, at har undirsjóvartunlar eru gjørdir, hevur tilgiongdin verið ómetaliga drúgv frá tí at tann fyrsti tankin spratt, til koyrandi var.

 

– Okkara uppgávu er at lata grýtuna kóka, so at orðaskiftið ikki fjarðar burtur aftur, sigur hann.

 

Og á kunnandi fundi um Suðuroyartunnilin herfyri, helt hann eisini fyri, at nú var hann so gamal, at tað ger onki um onkur heldur hann vera hálvsvakan.