Í dag fyllir Henry Jarnskor á Strondum 75 ár. Tey, sum ætla heiðra føðingardagsbarninum skulu ferðast langt, tí dagurin verður hildin á klettagrund í Åkirkeby á Bornholm, har tvey av børnunum hjá Henry, Eydna og John Pauli búgva.
Henry er norðagøtumaður, og hevur alt sítt vaksna lív búð á Strondum í býlinginum inni á Byrgi. Søgan hjá Henry, eygleidd uttan sjóneyka, minnir nógv um søguna hjá hansara javnlíkum. Hann fór sum ungur til skips og var við eini rúgvu at skipum, til hann legðist uppi á landi sum busstjóri og tað er fyri tíðina í ferðaflutningi, at hann kanska er best kendur í dag.
Hyggja vit eftir lívinum hjá Henry undir sjóneykanum, tá hevur Henry staðið á fyrstu parkett sum vitni til føroya vinnusøgu í fimtiárunum og í sekstiárunum og langt inn í sjeytiárini. Hann hevur verið eystanfyri við koltrolaranum Trónda í Gøtu fyrst í fimtiárunum, hann hevur verið nógv eystanfyri við øðrum trolarum, hann hevur eisini verið við slupp, og hann var á landi í Íslandi og arbeiddi gullárini í fimtiárunum. Hesi ár settu seg fast í tilvitskuna á Henry og hava myndað hann síðani.
DNA royndir í framtíðini fara at avdúka, at Henry er beinleiðis í ætt við Gøtu Trónda og er Skeggi. Hann hevur eyðkennini. Hann er lágur av vøkstri og sum smádrongur var hann reyðhærdur. Tað reyða á høvdinum er ikki til longur og einasti farrin av reyðum, sum enn fylgir Henry er politiska medvitið, sum altið hevur borið brá av einum samhaldsfastum samfelag, og nú eru vit í nærheitini av javnaðarflokkinum, sum hann hevur stuðlað, hóast hann ikki kennir flokkin aftur í dag, soleiðis sum tíðin hevur meitlað hann til.
Seinast eg tosaði við hann, tók hann soleiðis til við síni bleytu tungu á eyðkenda seina gøtumálinum og kom hóast tað við einari innihaldsligari knappari politiskari viðmerking, bara ein av mongum túsund, íð hava slept vørrum hans mongu árini.
“Nú skilji eg púrasta einki. Alt, sum gevur yvirskot skal privatiserast og alt sum gevur undirskot skal verða alment. Tað var ongin synd at forert sandoyingum “Teistan” og latið teir sjálvar reint privat havt sambandið um Skopunnarfjørð. Tá var um ikki annað friður.”
Um hvussu skeggin Henry við krútsterka eftirnavninum Jarnskor gjørdist strandingur kvøðir skaldið í saga gøtumanna. Ein annar skeggi, Ingolfur hevði fingið gott eyga á einum sprundi á Strondum og Henry fór eina kvøldið við honum í víking út á vestara arm á Skálafjørðin, gjøgnum lendið hjá bøbóndanum og út til Sjóvar fyri at skoða hesa nýfunnu fríkvinnu og kanska okkur annað hevði hann í hyggju eisini. Hendan ferðin skuldi seinni vísa seg at gerast týdingarmiklasta ferðin hjá Henry nakrantíð Teir hittu gentuna hjá Ingolfi og saman við henni var ein hirðkona, sum kallaðist Johanna Andreasen. Hon var tíggju ára gomul komin úr Haldarsvík til Sjóvar at búgva nøkur ár frammanundan. Í bilinum tendraðist neistin og eftir tað lá Henry Jarnskor vetrar á Strondum, og tey eru saman enn. Og júst soleiðis eru tey allarfelstu hjúnarbondini í Eysturoynni komin í lag seinastu 50 árini.
Henry Jarnskor er í dag pensioneraður. Fyritøkan er seld til svigarsonin Pól Dánjal og dóttrina Bergljót og bussarnir koyra framvegis.
Henry hevur fingið sær summarresidens á Hellunum. Her eigur hann fitta borg uttalaga í bygdini og tú sær hann javnan har norðuri ljósu tíðina, alt eftir um lágætt er. Hann er eisini medeigari í knørri, einum seksmannafari, sum hann røkir um veturin og báturin hevur vetrarhavn á dráttinum á Hellunum
Henry er ein dámligur maður og hann hevur lætt við at koma í prát við fólk. Hann fylgir væl við í samfelagnum og serliga innan fótbólt. Tað sæst á gongulagnum, um Víkingur hevur tabt. Tá flytir hann tungan, eins og til eina jarðarferð. Og hava teir vunnið, tá er hann lættur á fótum, og um tú vil tað ella ikki, so sleppir tú ikki undan at hoyra um hvussu málini komu í smálutum.
Tey, sum vilja heilsa upp á Henry hendan dagin, hitta hann á fartelefonini og nummarið stendur í telefonbókini.
Verður hann ikki steiktur í hitanum á flatlondum, so verður hann aftur at síggja á Strondum, á Hellunum, í Gøtu, kring Eysturoynna og kanska í Havn eisini einaferð seinni í hesum mánaðinum. Higani verður ynskt tillukku við 75 ára degnum.
Hellurnar tann 5. august 2008
Jústinus Leivsson Eidesgaard
justinus@post.olivant.fo