Hensia Jacobsen: í Streymnesi gjørdist bóndakona í Gøtu

Vit hava verið á gátt hjá 92 ára gomlu Hensiu Jacobsen í Syðrugøtu, og hevur hon greitt frá sínum langa lívi. Hensia er ættað úr Streymnesi og her byrjar søgan

1. partur
-------

Miðvikan er nú komin uppá um 230 partar síðan 2007. Her hevur verið roynt at lýsa persónssøgu og siðsøgu í einum breiðum høpi. Tað er eisini farið víða. Heilt úr Føroyum til fjar lond sum Etiopia og Congo. Og heilt úr Havnini til Stóru Dímun.
Tað hevur eisini roynt at lýsa lívið hjá ymsum pørtum í sam­fe­lagnum, fyrst og fremst hjá fiski­monnum og teirra. Men eisini hevur til dømis verið lýstur ein partur av søguni hjá Kristiani Djurhuus, løgmanni.
Hetta er stórt sæð alt tilfar, sum ikki hevur verið alment frammi fyrr. Tí hevur tað verið væl umtókt av nógvum.
Ofta hevur verið spurt eftir, um hetta tilfar fór at koma í bók, so tað gjørdist lættari at finna aftur.
Higartil eru komnar fýra bøkur, sum fyri ein stóran part eru bygdar á hesa greinarøð.
Tær eru “Mítt Etiopia”, “Dollin”, “Petur Alberg” og nú fyri kortum kom “Havið tók teir”, sum er søgan um 300 fiskimenn, sum ikki bóru boð í bý.
Hesa ferð verður ein frásøgn frá Hensiu Jacobsen í Syðrugøtu. Hon er ættað úr Steymnesi men giftist ung til Syðrugøtu við Poul Andreas Jacobsen av Dunganum, sum doyði fyri nøkrum árum síðani.
Hensia minnist sera væl til, og dugur væl at greiða frá. Hennara frásøgn byrjar í Streymnesi og end­ar í Gøtu. Men tað verður annars farið víða um. Talan er um sera áhuga­verdar frásagnir.
Hensia greiðir frá:

Fýra Zachariasar í Streymnesi
Eg eri fødd í Streymnesi tann 17. sep­tember 1919. Foreldrini vóru Jo­hanna, kallað Hanna, og Zacharis Zachariassen. Tey vóru sjey systkin. Pápi mín var uppkallaður eftir abba sínum, sum tey kallaðu Pípu Zakarias. Kona hansara, Elsa, var slektað úr Ólastovu í Hvalvík.
Abbi í móðurætt kallaðist Hanus, og omma var Elsa Maria, ættað av Eiði. Hon var dóttir Grækaris Joensen, tann fyrsta lærda læraran á Eiði. Hann var av Eiði, føddur í 1835. Áðrenn hann fór at læra, var hann krambúðarsveinur. Í 1870 fór hann á læraraskúla í Havn, har hann longu árið eftir, í 1871, fekk læraraprógv. Hann var tann fyrsti, sum tók læraraprógv í Føroyum. Hann verður beinanvegin lærari á Eiði, og var har, til hann doyði i 1897.
Tað vóru fýra, sum itu Zakaris í Streymnesi tá. Ein var Zakaris uppi í Garði, sonur hansara æt eisini Zakaris. Hann var kallaður Sagga fyri at skilja teir at. Men eg haldi ikki, at teir vóru nær í familju við okkum. Ein sonur Julius abbabeiggja, æt eisini Zakaris. Hann doyði bert 24 ára gamal av tarma­slyng. Tað var so ringt veður, at tað var ikki hugsingur um hjá báti at koma til hjálpar, og eingin vegur var. So hann doyði heima uttan at kunna fáa hjálp. Tað hevur verið ein ringur deyði. Hann var vist forlovaður við eini gentu úr Tjørnuvík, sum æt Katrina. Hon bleiv seinni gift við Olaf Petersen, sum var lærari á Argjum í nógv ár.
Systir Katrinu, Marin Súsanna, kallað Marsanna, var gift við Aksel Jacobsen, handilsmanninum í Hval­vík.
Mamma og pápi vóru trí­menn­ingar, og bæði vóru tey úr Streym­nesi. Vit vóru níggju systkin. Eg var elst.
Síðan komu Kristian, Jonna, Hanus, Eli, sum gjørdist 3 ár, Hák­un, Elida, Steinbjørn, sum bara gjørd­ist 5 mánaðir, og so aftur ein Stein­bjørn.
Øll systkini, sum komu til, eru enn á lívi.
Sjálv var eg sum sagt elst av systkj­un­­um. Steinbjørn er nærum 20 ár yngri enn eg. Tá var stuttligt at fáa eina lítlabeiggja.

Gamla og raska langommu
Ein langomma mín var Kathrine Ole Christiansen. Um hana skrivar Dimmalætting 29. juni 1932:
90 aar.
2.Maj i Aar kunde Fru Katrine Ole Christiansen, Strømnes, fejre sin 90 Aars Fødselsdag.
Fru Katrine Ole Christansens Liv har formet sig saadan, som det jævnlig former sig i almindelige fær­øske Hjem. Modgang, Sorger og Be­kymringer har mødt hende, som det har mødt andre. Men intet har dog formaaet at kue hende og fra­tage hende et lyst og mildt Sind og et godt Helbred.
Mange af dem, som i Foraaret var med i Grinden i Kvalvig, vil mindes den gamle Kathrine, som til langt ud paa Natten sørgede for, at de mange Gæster fik deres Kaffe.
Og næppe een, som gæstede hen­des Hjem, og som havde en Fader, Moder, Bedstefader eller Bedste­moder, hun kendte eller havde kendt, kunde klage over mangel­fuld Gæst­frihed.
Hun gaar endnu let fra Strømnes til Kvalvig. Vi vil ønske, hun maa være rask nok til at foretage Spad­sere­ture mellem de to Bygder i mange Aar.”
Hetta ynski varð uppfylt, tí hon gjørdist 96 ár.
Eg minnist væl langommu, sum var mamma Kristian abba. Hon búði inni hjá ommu og abba. Langomma var blivin einkja ógvulig ung. Maður hennara æt Joen Ole-Christiansen f. 1835, Hon dugdi væl at greiða frá, men tíverri lurtaði eg kanska ov illa eftir.
Eina søgu havi eg hoyrt um lang­ommu, sum vísir, at hon var ikki fyri nothing. Eina ferð var hon til neyta í haganum, sum liggur suður móti Áirnar.
Har var ein óður tarvur, sum hevði hug til at gera seg inn á lang­ommu. Men hon ræddist ongan tarv. Hon tók í halan á tarvinum, og hálaði hann runt, so tarvurin at enda gjørdist mestsum í ørviti. So sparkaði hon tarvin í hvítanýruni. Tá lá tarvurin sum fyri kúl­uni.
Tá ið hann kom so frægt fyri seg, raggaði hann sær oman á sandin, har hann var púra fyri ongum.
Eftir ta ferðina fekk langomma frið fyri hasum tarvinum. Hetta vildi hann ikki royna eina ferð enn!
Langomma hevur helst verið úr Hvalvík. Hon varð kallað Katrina har Frammi, sum er eitt húsanavn í Hvalvík, men tað fylgdi við til Streym­nesar.
Eg veit um eitt annað barn hjá langommu, og tað var Ulla, sum hevði telefonina í Vestmanna.
Beiggi langabba, Ole Christian, gekk burtur við Hanusstovubátinum tann 4. apríl 1871, tá ið seks menn úr Streymnesi og Hvalvík fórust. Eftir Ole Christian sótu einkja og fimm ómyndug børn.

Misti abban á útróðri
Abbi mín, Hanus Olsen, pápi mammu, gekk burtur við 8-manna­fari á Norðhavinum 21. mars 1905. Hann var tá 50 ára gamal. Umframt abba doyðu hesir menn:
Jóan Pauli Samuelsen, 70 ára gamal,
Jens Joensen, 65 ár
Johannes Olsen, 53 ár
Julius Ferdinand Zachariassen, 34 ár.
Dánjal Johannes Olsen, 24 ár
Hesir vóru allir úr Streymnesi
Hans Petur Joensen, Langasandur, 14 ár.

Julius var beiggi hin abba mín, Kristian. Hann var giftur og átti tvey børn. Teir vóru farnir á Norð­havið við línu. Veðrið var toluligt, men tað var nakað nógv av vindi av suðri.
Tá ið teir høvdu drigið um tveir triðingar av línuni, høvdu teir fing­ið 16 fiskar í part, og báturin var passaliga løddur eftir viður­skift­unum. Teir settu tá boyu á línuna og fóru til hin endan av línuni at draga. Tá reistist ein sjógvur nærindis bátin. Teir royndu at venda bátinum upp ímóti sjónum, men áðrenn hetta eydnaðist, breyt sjógvurin og fylti bátin. Báturin holvdist, men tað eydnaðist nøkrum av monnunum at koma upp á kjøl. Men báturin fór runt fleiri ferðir, og hvørja ferð hvarv onkur av teimum. Tann, sum helt longst á, var Julius, sum tríggjar ferðir kom aftur á kjølin. Men fjórðu ferð fórst hann eisini.
At enda var bert Jógvan Joensen av Langasandi eftir. Hann var bóndi. Tað høvdu sama dag verið fleiri bátar á sama miði, sum hesin báturin, men teir vóru farnir til lands, áðrenn ólukkan hendi.
Hinvegin hevði ein bátur av Langasandi verið á einum øðrum miði, og tá ið Jógvan sá hendan bátin, veittraði hann við eini tilju. Hetta sóu teir á hesum báti. Teir bjargaðu honum og førdu hann til Langasands. Hann kundi so greiða frá tilburðinum.
Teir fæstu menn vóru tryggjaðir. Fimm av monnunum vóru giftir, og eftir sótu einkjur við 13 ómyndigum børnum, og sótu tey eftir í ringum korum.
Jógvan á Langasandi svam við soninum á rygginum eina langa tíð. Hann skuldi konfirmerast, og hann hevði gingið at lesa hjá presti. Nú koma teir um morgunin og siga, at tað vanta tveir menn fyri at sleppa til útróðrar. Tá sigur bóndin við sonin: “Kom tú við okkum.” Hann fór so at siga mammuni frá, og hon biður hann ikki fara. So Jógvan yvirlivdi og ikki sonurin. Hann náddi tí ikki at verða konfirmeraður. So illa vildi hetta til.
Abbi hevði slett ikki ætlað sær til útróðrar hendan morgunin, tí hann var so forkølaður. Men so kom bóndin Hans Mikal og spurdi, um hann ikki kortini vildi fara fyri seg, tí hann føldi seg ikki væl. Hann eftirlíkaði og fór.
So nú ein dagin sær hesin bónd­in, sum hevði biðið abba fara fyri seg, at pápi stendur grátandi og veltir. Hann fekk ikki spakan niður í jørðina. Hann var so lítil og orkaði ikki, hann var bara 11 ár.
Tá sigur Hans Mikal: “Far tú bara heim aftur góði. Hetta skal tú ikki hugsa um. Eg skal orðna tað alt, sum tað er.”

Hvalastøðin við Áir var hent
Men so kom hvalastøðin við Áir. Tá varð pápi biðin um at koma har at arbeiða okkurt lætt, hann var enn drongur. Hetta er eitt dømi um ta umsorgan fólk høvdu. Her fingu ar­beiðararnir so nógv tvøst, sum teir vildu hava. Hetta átti lívið í teim­um.
Omma fekk eisini arbeiði. Teir høvdu spurt pápa, um ikki onkur var, sum vaskaði fínar skjúrtur og kundi stíva flippur og kragatoy og slíkt. Hann hevði so sagt tað fyri mammu síni. Hon segði, at tað hevði verið so deiligt at fingið eitt slíkt arbeiði. So høvdu vit kunnað fingið fyri vøru í handlinum.
Hetta arbeiðið fekk hon tískil, og hetta gjørdi hon alt tað, eg minnist. Húsini vóru ikki stór, men tey vóru so hugnalig. Tað var ein durur, so kom man inn í køkin. So var eitt kamar beint inn av køkinum, restin var stova. Har vóru tvær koyggju­sengur inni. Eingin kjallari var og fjósið var í endanum á húsinum.
Tey vóru so fátæk, og tey áttu einki, tá ið abbi fór. Hin omma mín, Sigga Sofía, fór ein dagin niðan at vitja ommu. Hon hevði bakað tveir deiligar drýlar. Eisini hevði hon við sær eina tveykrónu, tað var nógvur peningur tá. Omma reisti seg upp úr seingini og rópti á børnini: “Komið nú og fái tykkum eina máltíð!” Tá var ikki biti í húsinum.

Mundi gingið burtur í Hestfirði
Pápi hevði sínar ringu royndir á sjónum. Hann kundi eisini ungur fingið eina váta grøv. Hetta var í teirri tíðini, tey fóru í aðrar bygdir at dansa. Á Kyndilsmessu var pápi farin til Velbastaðar at dansa saman við einum vinmanni, Martin, sum eisini var úr Streymnesi. Hann var tá at vera hjá einum bónda í Koltri. Har ætlaði hann at vera, til hann var 18 ár. So ætlaði hann burtur, og tað var akkurát tann túrin, at vanlukkan hendi.
Tað var gott veður. Martin hevði biðið pápa koma við sær í Koltur eftir klæðunum at fara til skips. Men báturin fór runt. Tað var okkurt, teir høvdu ikki sett í toppin á seglinum. So segði Martin, at hann fór upp at orðna hetta. “Nei, nei”, sigur pápi, “tað mást tú ikki, tí báturin tolir tað ikki.” Men hann var upp í mastrini, áðrenn pápi visti av. So fór báturin runt. Tá vóru teir komnir á hálvan fjørðin móti Hesti. Har fekk Martin sína váta grøv. Pápi slapp uppá kjøl.
Tá var so nógv av pátrúgv. Pápi var í einum koti, sum omma hevði seymað millum jóla og trettanda. Hetta skuldi ikki vera gott. Tað skuldi einki gerast uppá mannfólk hesa tíðina. Men at gera klæði til konu­fólk var í lagi. Tá kundi mamma gera okkum gentum ein nýggjan kjóla.
Pápi fekk latið seg úr kotinum og fekk blakað tað á sjógv. Tað var so heppið, at hestmenn høvdu hoyrt hann rópa. Teir vóru eftir seyði. Hetta hevur verið um 1913. Har mundi hann enda sínar dagar.

--------
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hensia frá foreldrum sínum, og skipinum »Irex«, sum pápin átti eina tíð.