Hepnið var við Start

Ársins kvettið. Somikið bragdliga skrivar heimasiðan hjá norska Start, tá tað um vikuskiftið eydnaðist Toda og liðfeløgunum at fara avstað við øllum stigunum, tá teir vitjaðu. Start kom á odda í fyrra hálvleiki við sjálvmáli, og síðani trýsti Brann. Serstakliga stóð nógv á eftir steðgin, tá Brann misnýtti ein møguleika fyri og annan eftir. Todi Jónsson kom á vøllin fyri David Nielsen, tá tað retsaðu 20 minuttir, og var hann soleiðis við til at halda skansanum seinastu løtuna.