Heppin ungfólk

Trý ung fólk sluppu væl frá einum ógvusligum ferðsluóhappi í Kollafirði hósdagin. Ein bilur kom koyrandi sunnan fyri Statoil, tá óhappið hendi. Bilførarin, ein ung kvinna, var óansin eina løtu, og bilurin fór út í rabattina. Hon royndi at rætta bilin uppaftur, men hon misti tamarhaldið á honum, og hann bóltaði einar tríggjar ferðir runt á vegnum, áðrenn hann stegðaði.
Ongin fólkaskaði hendi, men bilurin varð mettur at vera vrak.