Í gjárkvøldið hevur danska uttanríkisráðið endurskoðað ávaringarnar í sambandi við at ferðast, nú tað nýggja corona-virussið er farið at gera um seg.
Nýggja tilmælið er, at er tað ikki átrokandi neyðugt, verður mælt frá at ferðast til Kina yvirhøvur, og hetta er galdandi til alt Kina, sum heild.
Hetta tilmælið er ikki galdandi fyri Hongkong, Macau og Taiwan, men har er kortini eisini neyðugt at vísa størsta varsemi.
Hinvegin verður heilt mælt frá at ferðast til Hubei landspartin í Kina.
Uttanríkisráðið sigur, at alsamt fleiri fólk verða smittað við corona-virus aðrastaðni í Kina enn í sjálvum Hubei, og tí er tað ikki bara har, at fólk eru í vanda fyri at verða smittað.
Samstundis verður heilsuverkið í Kina lagt undir alsamt størri trýst og tað kann gera tað ringt at fáa læknahjálp í Kina.
Samstundis hava myndugleikarnir í Kina sett strong tiltøk í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing og tí verða fólk eisini kannað og sett í karantenu, og tað ger tað serstakliga møtimikið at ferðast til Kina og innanlands í Kina.
– Hevur tú ætlanir um at ferðast til Kina, eigur tú at umhugsa um tað er neyðugt at fara nú, soleiðis sum støðan er, sigur danska uttanríkisráðið.
Og ert tú longu í Kina, eigur tú at umhugsa um tað er neyðugt at verða verandi, leggja tey afturat. Hinvegin er tað eisini neyðugt at hugsa um, at vandin fyri smittu kann økjast í eini roynd at sleppa av landinum, tí tað er trúligt, at tað er frægast at verða verandi har tú er.
Annars eru tað eisini alsamt fleiri flogfeløg, sum eru givin at flúgva upp á Kina so leingi smittuvandin stendur við.
Higartil er staðfest at stívliga 17.000 fólk eru smittað og 362 eru deyð.