Her bjargar Lív einum hundi

Mangar og fjølbroyttar eru uppgávurnar hjá bjargingarfeløgunum kring landið, og júst hetta fekk manningin á Rescue Lív at sanna í dag.

 

Í Nólsoy vóru menn farnir á fjall, men ólukkutíð datt ein hundur á sjógv. Tá bleiv bjargingarfelagið boðsent og løtu seinni stimaði Rescue Lív út á Borðuna og bjargaði hundinum.

Tađ eru ikki bara fólk sum hava brúk fyri hjálp av og á. Í dag hevur manningin á Lív bjarga einum omandottnum seyđahundi. Hundurin hevur tađ gott, og er manningin á Lív glađ fyri at kunna hjálpa tá á stendur. Bæđi á landi og sjógvi, hjá manni og hundi, skrivar ein av manningini á Facebook-bólkinum hjá bjargingarbátinum.

 

Í filmsbrotinum omanfyri sæst, hvussu tað gekk fyri seg, tá hundurin bleiv bjargaður. Karl-Ole Larsen hevur gjørt upptøkuna.

 

Jn.fo, sum vóru fyrstir at bera tíðindini, vita eisini at siga, at ein annar bátur, sum royndi at bjarga hundinum, sigldi á land og at Rescue Lív mátti sleipa hann aftur til Havnar.