Her ein eingin planlegging

- Vit taka fult undir við øllum tí, sum Sølvi Winther Olsen sigur. Okkum vantar langtíðarætlanina, sum vit hava eftirlýst í fleiri ár, og Landssjúkrahúsið fer við hetta lag ikki at kunna brúkast sum útbúgvingarstað, sigur Ingun Gaardbo, álitisumboð á Landssjúkrahúsinum

Á Landssjúkrahúsinum eru starvsfólkini ørkymlað, nú sjúkrahúsið skal lata aftur fleiri deildir enn vant um jólini, og longur eisini enn vanligt.

Men tað fløvaði sjúkrasystrarnar í hvussu er, tá tær í gjár í Sosialinum lósu, at Sølvi Winther Olsen, kommunulækni og formaður í Læknafelag Føroya, ávaraði ímóti hesum tiltøkum.

- Vit taka fult undir við øllum tí, sum hann sigur, sigur Ingun Gaardbo, álitisumboð hjá sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum.


Bíða og bíða

- Vit vita als ikki, hvar vit flóta, tí vit bíða framvegis eftir bygnaðarbroytingunum. Vit vita ikki, um vit fáa skipanina við deplum og øllum tí, og vit hava heldur onga veruliga leiðslu, við tað at bæði sjúkrahússtjórin er fyribilssettur og fyristøðukvinnan er fyribils sett, og hvørki yvirsjúkrasystirin ella sjúkrasystrastjórin eru sett enn. Leiðslan má setast fyrst fyri at kunna taka støðu til, hvussu skal verða við restini, sigur Ingun.

- Her er eingin planlegging.

Hon heldur tað vera fullkomiliga ógjørligt at gera nakar spariætlaninir, tá alt er so ógreitt.


Eitt mál má vera

- Heilsuverkið má hava eitt mál, og vit hava fleiri eftirlýst eina langtíðarætlan, og tað hava starvsfólkini á Ladssjúkrahúsinum sagt ferð eftir ferð.

Ingun heldur sum Sølvi, at Landssjúkrahúsið neyvan fer at kunna brúkast sum útbúgvingarstað, tá virksemið verður so skert, tí hvørki ein ella annar kann læra nakað á einum slíkum sjúkrahúsi.

Ingun gremur seg um, at allur hesin ófriðurin og óvissan um Landssjúkrahúsinum hava við sær, at tey heldur ikki hava abeiðsnáðir.