Boripallurin, West Hercules er ársins átak í føroyskum vinnulívi í ár
Tað var avdúkað í Norðurlandahúsinum beint nú.
- Vit hoyra um kappabrøgd av ymsum slagi upp ígjøgnum søguna, men vit fáa fatan av, at brøgd er nakað, sum bara hoyra fortíðini til, varð sagt, tá heiðurin varð latin
Men brøgd verða eisini fram nú á døgum, varð lagt afturat og eitt av teimum var at fáa boripallin, West Hercules til Føroya til umvælingar
Sí fleiri myndir frá Vinnudegnum við at trýsta HER
- Tað krevur ofta nakað heilt serligt at koma mál við einum stórum verkætlan og tað hevur eisini kravt nakað heilt serligt fyri at fáa boripallin, West Hercules, til Føroya til umvælingar
- Tað er eitt bragd at fáa hann higar og tað er eisini eitt bragd at sannføra teir, sum eiga boripallin um, at Føroyar var rætta staðið at umvæla boripallin.
Tað er eitt sveinstykki hjá føroyskum handverki, men hevur eisini kastað nógv avleitt virksemið frá sær.
West Hercules hevur kastað tíggjutals milliónir av sær til føroyska samfelagið.
Tað eru Mest og Pam Offshore, sum hava fingið pallin til Føroya og tað var Mourits Mohr, stjóri í feløgunum, sum tók ímóti heiðrinum.
Í takkarrøðu síni tók hann hetta sum ein stóran heiður. Tað hevur kravt nógv, men hevur verið læruríkt.
- Tað hevur ikki verið munur á degi og nátt hesa tíðina og hann takkaði starvsfólkinum fyri ágrýtni, sum var avgerandi fyri, at tað kundi eydnast.