Her er avloysarin hjá Gilla

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið avloysara fyri Gilla Rólantsson, sum hevur givið avboð.

Fyrr í dag kom tað fram, at Gilli Rólantsson ikki verður við føroyska landsliðshópinum, sum 6. september skal spæla móti Ungarn í HM-undankappingini. Hann hevur givið avboð orsaka av heilaskjálvtanum, sum hann fekk í dystinum ímóti Rosenborg.


Les eisini: Gilli givið avboð til landsliðið


Nú er greitt, hvør fer at avloysa Gilla Rólantsson í føroyska landsliðshópinum. Tað verður nýklakti steypavinnarin, Páll Klettskarð, sum verður lagdur afturat í álopinum, har Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen frammanundan eru úttiknir.


Landsliðshópurin hittist mikudagin, tá ið farið verður undir endaligu fyrireikingarnar til landsdystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli týsdagin 6. september kl.19.45.