Virgar Hvidbro er virkandi aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya. Hann hevur verið í starvi sum aðalskrivari síðani 2009.
Aðalskrivarin hevur eina stóra uppgávu, tá tað kemur til fyrireiking av landsdystum og annars vanligum virksemi hjá FSF.
Vit hava tí spurt Virgar Hvidbro hvat dreymabólk hann ynskir at Føroyar skal enda í. Eisini hava vit spurt hvat fyri bólk, hann ikki ynskir, at Føroyar skal enda í.
- Ongland er tað sum flestu føroyingar ynskja. Skotland hava vit havt stóra gleði av, og so er tað norðurlondini. Her er lætt at samskifta, bíligt at ferðast til, umframt at tað er lættari hjá áskoðarunum at koma til teir dystirnar.
- Fleiri av eystanlondunum krevja innfarðarloyvi, umframt at tey eru dýr at ferðast til. Vit hava ikki fingið serliga góð úrslit móti fleiri av eystanlondunum, og so er tað heldur ikki líka lætt at fáa áskoðararnar við til teir dystirnar.
Tí er dreymabólkurin hjá Virgar hesin :
Ongland
Danmark
Noreg
Skotland
Ísland
Føroyar
Hesum londum ynskir Virgar ikki at Føroyar enda saman við :
Russland
Ukraina
Rumenia
Armenia
Albania
Føroyar