Her er íslendski hópurin sum skal møta Føroyum 15. oktober

Landsliðsvenjarin, Arnar Pétursson hevur fyri fyrst úttikið 21 leikarar. Ein teirra er av føroyskari ætt

Venjarin hjá íslendska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Arnar Pétursson hevur fyri fyrst úttikið 21 leikarar í samband við, at Ísland skal spæla EM-undankappingardystir móti Luksemborg á heimavølli, mikukvøldið 11. oktober og móti Føroyum í høllini á Hálsi í Havn, sunnudagin 15. oktober klokkan 15. Tað skrivar handbolti.is. 

 

Áhugavert er, at meðan átta av teimum 16 úttiknu leikarunum hjá Føroyum spæla uttanlands, so spæla bert seks av teimum 21 leikarunum hjá Íslandi uttanlands. 

 

Tann eini leikarin, Andrea Jacobsen sum spælir við Silkeborg-Voel er langabbadóttir kenda bakaran úr Norðragøtu sum flutti til Havnar, Andreas "í Køkubúðini" Jacobsen. Andrea Jacobsen er abbadóttir Óla "í Køkubúðini" Jacobsen, og er uppkallað eftir langabbanum. Hetta verður triðju ferð Andrea kemur til Føroya at spæla dyst móti landinum hjá ættarfólkum sínum.

 

Málverjar:

Elín Jóna Þorsteinsdóttir, EH Aalborg (43/1).

Hafdís Renötudóttir, Valur (44/2).

Sara Sif Helgadóttir, Valur (7/0).

 


Útileikarar:

Andrea Jacobsen, Silkeborg-Voel (39/58).

Berglind Þorsteinsdóttir, Fram (10/5).

Birna Berg Haraldsdóttir, ÍBV (63/126).

Díana Dögg Magnúsdóttir, BSV Sachsen Zwickau (38/43).

Elín Klara Þorkelsdóttir, Haukar (6/5).

Elín Rósa Magnúsdóttir, Valur (3/10).

Elísa Elíasdóttir, ÍBV (4/0).

Hildigunnur Einarsdóttir, Valur (94/103).

Jóhanna Margrét Sigurðardóttir, Skara HF (5/7).

Katla María Magnúsdóttir, Selfoss (0/0).

Katrín Tinna Jensdóttir, Skara HF (10/2).

Lilja Ágústsdóttir, Valur (8/2).

Perla Ruth Albertsdóttir, Selfossi (32/49).

Sandra Erlingsdóttir, TuS Metzingen (20/82).

Sunna Jónsdóttir, ÍBV (75/56).

Thea Imani Sturludóttir, Valur (62/114).

Þórey Anna Ásgeirsdóttir, Valur (32/21).

Þórey Rósa Stefánsdóttir, Fram (121/352).