Her er nýggi nevndarformaðurin í Føroya Tele

Enn hevur Fíggjarmálaráðið ikki boðað frá tí, men sum in.fo skilir, so er samtykt á eykaaðalfundi og nevndarfundi í Føroya Tele fyri løtu síðani, at Bjarni Arnason, grannskoðari, er nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele.

Bjarni Arnason er nýggjur nevdarformaður í Føroya Tele.

Hann tekur við eftir Ómar Svavarson, sum segði seg frá fyrr í ár í sambandi við orrustuna um dóttirfelagið P/F Net, har stjórin, Jan Ziskasen, varð koyrdur úr nevndini.

Jan Ziskasen var so ónøgdur við ta avgerðina, at hann segði seg frá sum stjóri á Føroya Tele. Tann avgerðin stendur við, men stjórin hevur hálvt ára uppsagnartíð.

Jan Ziskasen segði, at hann vil ikki vera stjóri, tá hann ikki hevur ávirkan á eitt dótturfelag.

Nú er so spurningurin, hvørjar arbeiðsuppgávu nýggi nevndarformaður hevur fingið.

Eitt er ynskið hjá løgmanni og Sambandsflokkinum um at skilja telefelagið og netfelagið sundur, fyri at betri kapping skal vera millum Føroya Tele og Nema og møguligu onnur telefeløg, sum kunnu koma.

Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin tykjast halda sera fast í hesum ynski, sum Fólkaflokkurin ikki hevur sýnt eins stóran áhuga.

Um nýggja nevndin fer at lata leiðsluna á Føroya Tele aftur fáa sæti í netfelagnum, so kann tað vera, at Jan Ziskasen tekur uppsøgn sína aftur.

Um nýggja nevndin hevur somu støðu, so hevur Jan Ziskasen ikki nógva tíð eftir á Føroya Tele, og so má nýggi nevndarformaður út at leita eftir nýggjum stjóra alt fyri eitt.

----

DAGFØRING: Føroya Tele hevur nú váttað tíðindini og sent út hetta tíðindaskrivið:

»Á eykaaðalfundi týsdagin 20. oktober 2020 varð Bjarni Arnason valdur sum nevndarlimur í samtaksnevndina fyri Føroya Tele.

Nevndin skipaði seg eftir eykaaðalfundin við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.

Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nýggi nevndarlimurin umboðar eigaran Føroya Landsstýri og er valdur av Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Síðani 1989 hevur hann starvast sum granskoðari, har hann hevur grannskoðað og ráðgivið bæði størri og smærri fyritøkum. Harafturat hevur Bjarni starvsroyndir innan bankaheimin og hevur verið partnari hjá Rasmussen&Weihe.

Bjarni starvast í dag sum partnari og stjóri hjá granskoðanarvirkinum NUMO.

Nevndin á Føroya Tele er mannað soleiðis:

  • Bjarni Arnason
  • Johnni M. Poulsen
  • Annbritt Tummasdóttir Nielsen
  • Lena L. Mohr
  • Levi T. Nybo
  • Ólavur Simonsen
  • Finnbjørn Simonsen«