Tingfólk finnast í dag at mátanum, kringvarpsgjaldið verður sett saman uppá,
Fleir halda, at tað er skeivt, at ongin ungur undir 24 ár skal gjalda kringvarpsgjald. Andstøðutingfólkini halda, at ung ofta eru væl fyri og væl kunnu gjalda til Kringvarpið.
Jenis av Rana, Miðflokkurin, segði seg ikki duga at síggja, at gjaldið á nakran hátt er vorðið rættvísari.
-Men sosiallóggáva verður vavt uppí alt. Eisini kringvarpsgjaldið, segði Jenis av Rana.
Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, var hvassorðaður og staðfesti:
-Tað er púra onki skil í.
Uppskot var uma t beina málið aftur í nevnd, men tað fall.
16 atkvøddu fyri og 15 ímóti. Málið er nú endaliga avgreitt frá Løgtinginum,
Og so var endaliga uppskotið samtykt og kringvarpsgjaldið er nú umlagt.