Tað er rættiliga bíligt at keypa hús í Suðuroy. Tað sigur Betri Banki í eini frágreiðing í dag. Tað er munur á, hvussu stórur partur av inntøkuni fer til bústað í ymsu økjunum í Føroyum. Hetta er tað, tey kalla bústaðarbyrðan.
– Í miðal brúka húsaeigarar í Suðuroy ein lutfalsliga lítlan part av síni inntøku til bústað. Hagtølini vísa, at í Suðuroy fara í miðal níggju prosent av inntøkuni til bústað. Her er talan um inntøku eftir skatt, men hetta eru 10 prosentstig lægri enn í restini av landinum, tí miðal bústaðarbyrðaní Føroyum er er 19 prosent.
Her skal eisini hugast um, at bústaðarbyrðan er minni í Suðuroynni enn aðrastaðni, hóast lønarlagið í Suðuroy eisini er lægri enn í restini av Føroyum.
Høvuðsorsøkin er, at miðal sethúsaprísurin í Suðuroy er lægri enn miðal sethúsaprísurin í Føroyum, sigur Betri Banki.
Róin Schrøter, leiðari hjá Betri Banka á Tvøroyri, sigur at áhugin fyri at keypa bústað í Suðuroy veksur. Orsøkin er, at tað er bíligari at seta búgv, men áhigin at keypa summarhús í Suðuroy, er eisini veksandi
– Vit merkja størri áhuga fyri Suðuroynni enn áður. Tað kann vera tí, at sethúsaprísurin ikki er vaksin líka nógv sum aðrastaðni í landinum. Tað eru serliga fólk, sum vilja keypa summarhús í Suðuroy, sigur hann.
– Tað snýr seg sjálvandi um, at tað er bíligari, men Suðuroyggin hevur eisini nøkur øðrvísi tilboð, og eina øðrvísi náttúru, enn aðrastaðni, og tað kann eisini vera ein orsøk, sigur Róin Schrøter.
Kára á Dunga, stjórí í meklarafyritøkuni Betri Heim, heldur sethúsaprísirnir skulu takast við fyrivarni, tí tað eru lutfalsliga fáar sølur, og stór spjaðing í sethúsaprísunum.
– Vit síggja, at sethúsaprísirnir í størri økjum í Suðuroy veksa. Tá ið tosað verður um miðal sethúsaprísir, hevur talið á sølum nógv at siga. Í miðal eru ikki nógvar sethúsasølur í Suðuroy, men vit merkja ein veksandi eftirspurning.
– Okkara metingar vísa, at sethúsaprísurin sær út til at hækka í Suðuroy, hóast hann framvegis er tann lægsti í Føroyum sum heild, sigur Kára á Dunga.