Her er uppskotið til nýggjan kappingarleist

Kappingarnevndin hjá FSF hevur lagt fram uppskot um nýggjan kappingarleist

Í eitt hálvt ár hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum arbeitt við einum uppskoti, um ein nýggjan kappingarleist. Um vikuskiftið hevur formaðurin í kappingarnevndini, Róin Schrøter, lagt fram nýggja uppskotið.

 

Í uppskotinum verður lagt upp til eitt grundspæl við 18 dystum, har tey tíggju liðini í Betri deildini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Síðani verður deilt upp í eitt meistaraspæl við seks liðnum, og eitt niðurflytingarspæl við fýra liðnum. Í hesum báðum bólkunum verður aftur spælt tvær ferðir móti hvørjum. Tað gevur 28 dystir til meistaraspælið og 24 dystir til niðurflytingarspælið. Øll stigini fylgja við í endaspælið.

 

Í meistaraspælinum verður tað sama galdandi, sum er í løtuni. Nummar eitt vinnur FM, nummar tvey og trý sleppa í Evropa og nummar kann koma í Evropa, men tað er tengt at vinnaranum í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Í niðurflytingarspælinum yvirlivir nummar eitt, nummar tvey og trý spæla “play-off” dyst, har nummar tvey hevur heimavøll. Taparin skal so spæla móti næstbesta liðnum í 1.deild í eini upp- og niðurflytingarfinalu, sum verður á Tórsvølli.

 

Nummar fýra flytir beint niður í 1.deild. Tað merkir sostatt, at tað er bara ein beinleiðis uppflytari úr 1.deild.