TB, FC Suðuroy og Royn hava á eyka aðalfundi í kvøld samtykt, at feløgini í komandi kappingarár fara at samstarva um at hava felagslið í Effodeildini, 1. deild, 2. deild og 3. deild.
Greiður meiriluti var fyri samstarvinum – serliga í Vági, har tað varð einmælt samtykt.
Les eisini: Felagslið er nú veruleiki
Tað er framvegis ikki greitt, hvussu nýggja felagsliðið fer at eita, men tað er greitt, hvørjum liti liðið fer at spæla við. Blusurnar vera grønar, meðan brøkurnar vera svartar.