Her eru nýggju landsstýrismenninir

Árni Skaale og Sólvit Nolsøe avloysa Vestergaard og Mercedis í Tinganesi. Sostatt er eingin kvinna í landsstýrinum

Aftan á nógv tos og nógvar gitingar um, hvørji nýggju landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum verða, eru tvey nýggj fólk nú innstillað – tveir menn.

 

Tað verða teir báðir Árni Skaale og Sólvit Nolsø, sum taka við í landsstýrinum. Hesum boðar Fólkaflokkurin frá í kvøld.

 

Árni Skaale verður landsstýrismaður í fiskvinnnumálum, og Sólvit Nolsø verður landsstýrismaður í almannamálum.

 

Teir avloysa ávikavist Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Árni Skaale er 55 ára gamal og býr í Klaksvík. Hann er giftur Halldis á Grønastøð og tey eiga tey trý børn. Árni er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og seinastu árini 22 árini, hevur hann verið stjóri á fyritøkuni Looknorth í Klaksvík.

 

Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø og tey eiga trý børn. Sólvit er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum tíðindamaður. Síðan apríl í fjør, hevur hann verið í starvi sum skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins.

 

Teir báðir nýggju landsstýrismenninir koma báðir uttanífrá. Nýggja innstillingin av landsstýrisfólkum hevur við sær, at Annika Olsen missir sætið á tingið. Hetta er nakað, sum fleiri fólkafloksfólk hava havt sum krav, tí tey síggja Anniku Olsen sum illoyala, aftaná hon atkvøddi fyri uppskotinum um sammøður, sum bleiv samtykt. 

 

Samstundis kann staðfestast, at nú er eingin kvinna nú í landsstýrinum - fyri fyrstu ferð í 18 ár.