Í morgin klokkan 17 fáa vit at vita hvørjum trimum liðum føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi. Lutakastið fer fram í Noordbrabants Museum í niðurlendska vertsbýinum, Hertogenbosch. Hin niðurlendski vertsbýurin er Amsterdam.
Talan er eisini um tríggjar týskar vertsbýir. Teir eru Dortmund, Stuttgart og Trier.
HM verður leikt millum 26. november og 14. desember.
Føroyar eru í triðja styrkisbólki.
Her eru teir fýra styrkisbólkarnir:
##med2##