Her eru útbúgvingarnar við hægsta miðaltali

Designútbúgvingarnar í Keypmannahavn og Kolding hava hægstu atgongustig í 2023

Klokkan 23 í gjárkvøldið fingu 61.382 persónar eitt lestrarpláss á víðari útbúgving í Danmark. Nakrar útbúgvingar eru betri umtóktar enn aðrar. Um tað ikki er nóg mikið av lestrarplássum, verða tað tey við hægstu miðalkarakterum frá studentspróvnum, sum fáa pláss.

Lægsta miðaltalið, sum gevur atgongd til eitt lestrarpláss, verður kallað atgongustig, ella á donskum »adgangskvotient«. Tað verður brúkt av nógvum at miða seg eftir, hvussu høgt miðaltal tú skalt hava fyri at sleppa inn á júst ta útbúgvingina, sum tú droymir um.

Her sært tú, hvørjar 10 útbúgvingar sum hava hægstu atgongustigini í 2023:

* Design, Det Kongelige Akademi: 11,5.

* Design, Designskolen Kolding: 11,5.

* International Business, Copenhagen Business School: 11,4.

* Kommunikation, Danmarks Medie- og Journalisthøjskole i Emdrup (vinterstart): 11,2.

* International Business and Politics, Copenhagen Business School: 11,1.

* Multimediedesign, Erhvervsakademi Aarhus: 11,1.

* Psykologi, Københavns Universitet: 11,0.

* Kommunikation, Danmarks Medie- og Journalisthøjskole i Aarhus (sommerstart): 11,0.

* Molekylær Biomedicin, Københavns Universitet: 10,9.

* Arkitekt, Det Kongelige Akademi: 10,9.

Kilder: Uddannelses- og Forskningsstyrelsen.

/ritzau/