Her fer drotningin at ferðast í Føroyum

Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, sigur løgmaður

Mynd: Liselotte Sabroe

Sum áður fráboðað kemur Margretha drotning til Føroya á almenna vitjan í døgunum frá 14.juli til 19. juli og tað er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini. 

 

– Vit gleða okkum nógv til vitjanina. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.  

 

Á ferðini á Føroyaferðini hesa ferð fer Margretha drotning at vitja í Havn, í Klaksvík, í Svínoy, í Fuglafirði, í Vestmanna, í Kvívík, í Vatnsoyrum, í Miðvági, á Toftum og á Strondum, sigur løgmaður.

 

 

 

 

 

Mynd: Liselotte Sabroe