Her sæst dagsins HM-skrá í hondbólti

Í dag verða hálvfinalurnar ímillum Danmark - Spania og Svøríki - Frakland spældar.

Tað nærkast einari avgerð í HM-endaspælinum í manshondbólti, sum hevur verið spælt síðstu góðu tvær vikurnar í Egyptalandi.

Komið er nú til hálvfinalurnar, og tær báðar verða spældar í dag og í kvøld.

Møguleiki er fyri einari norðurlendskari HM-finalu við tað at Danmark og Svøríki eru í hvør sínari hálvfinalu. Danmark spælir ímóti Spania, og Svøríki spælir ímóti Fraklandi.

Veddingarfyritøkurnar meta, at Danmark er ein lítil favorittur ímóti Spania, meðan Frakland er rímiligur favorittur ímóti Svøríki.

 

HM-skráin í dag

Kl.16.30: Svøríki - Frakland (beinleiðis á TV2)

Kl.19.30: Danmark - Spania (beinleiðis á DR1)