Her sært tú allar partarnar um Læknastríðið

Nú eru allir fýra partarnir í sendirøð um Læknastríðið tøkir á netinum

Í kvøld sendi DR2 – og KvF – fyrsta part í nýggjari sendirøð um Læknastríðið í Klaksvík í fimmti árunum. Tá ið tiltikna stríðið var í hæddini, kom tað til samanbrestir millum norðoyingar og danskt løgreglu- og hervald, og bumbur brustu í Klaksvík.

 

Saxo Film hevur framleitt eina nýggja sjónvarpsrøð í fýra pørtum, sum Danmarks Radio hevur keypt og fer at senda næstu vikurnar. Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, ið er giftur føroyskari kvinnu, er vertur í sendingini.

 

Í sendirøðini tosar Løkke við føroyingar og danskar um málið – eitt nú við fólk, sum minnast hendingar, og við søgufrøðingar, ið hava innlit í stríðið.

 

Danmarks Radio hevur í dag lagt allar fýra partarnar í sendirøðini »Klaksvikstriden« út á netvarpið.

 

Røðin kann síggjast við at trýsta her.