Á ferðini til Íslands vitjaðu vit eisini ”Morgunblaðið”, sum hevur verið tað fremsta íslendska blaðið í nærum eina øld. Tað hevur havt somu støðu, sum Dimmalætting hevði hjá okkum áðrenn Sosialurin fór at taka seg fram.
Men her hava eisini verið broytingar, so tað forslær. Tey, sum hava ferðast í Íslandi, minnast stóra húsið hjá Morgunblaðnum í miðbýnum í Reykjavík. Men hesi húsini eru fyri fleiri árum síðan blivin alt ov lítil, og Morgunblaðið er flutt tvær ferðir. Fyrru ferð fluttu teir í Kringluna, sum er stóra handilsmiðstøðin í Reykjavík. Her gjørdist eisini ov trongligt, og nú húsast Morgunblaðið í tveimum stórum bygningum í útjaðaranum av Reykjavík í Hádegismóar.
Morgunblaðið er stovnað í 1913 av Vilhjálmi Finsen og er seinni yvirtikið av stovninum Árvakur. Blaðið hevur altíð verið roknað fyri at vera málgagn fyri tann konservativa Sjálvstæðisflokkin, og var hetta serliga galdandi undir kalda krígnum, tá kommunistarnir eisini stóðu sterkir í Íslandi. Flokkurin var eisini við í blaðleiðsluni til komið varð fram til, at hetta var óheppið bæði fyri flokk og blað. Hóast Morgunblaðið nú sigur seg vera óheft, verður mett, at tað hellir sama veg sum áður.
Føroyar í Morgunblaðnum
Annar av nevndu bygningum hýsir blaðstjórnina, og beint við er tann størri bygningurin, har sjálv prentsmiðjan er.
Ein skal ikki fara langt í Íslandi, fyrr enn ein hittir fólk av føroyskari ætt ella við tilknýti til Føroyar. Vertur á vitjanini var myndamaðurin á Morgunblaðnum Omar Oskarsson, sum er sonur tann 100 ára gamla hálva føroyingin Oskar Jensen, sum verður umrøddur í aðrari grein. Tað er í sær sjálvum ein fyrimunur við eini slíkari vitjan at hava fólk við sær, sum ein kennir, og sum eru kend á staðnum.
Vit eru ikki meira enn komin inn til móttøkuna, tá vit renna okkum í Sigrid Bech, sum er hálvur føroyingur. Mamma hennara var av Tvøroyri, og sjálv eigur hon tveir beiggjar í Føroyum, annan á Sandi og hin í Klaksvík. Ein annar, vit hittu, var Erlendur Patursson ommubeiggi til. Hann eitur Július Sigurjónsson, og er myndamaður hjá Morgunblaðnum.
Sjálv blaðstjórnin er grundleggjandi sum aðrar blaðstjórnir, men her er bara alt so nógv størri. Á blaðnum arbeiða eini 200 fólk, og um helvtin av teimum eru tíðindafólk.
Eina ferð steðga vit við ein bás, har ein tíðindamaður situr, sum Ómar heldur, at eg eigi at heilsa uppá. Jú, hetta er Hjørtur Gíslason, sum tosar føroyskt sera væl. Hetta stavar frá tí, at hann var fótbóltsvenjari í Sandavági fyri 30 árum síðani. Hann er nú blivin tíðindamaður og hevur ábyrgdina av fiskivinnutíðindum í Morgunblaðnum. Tað fyrsta, hann segði, var, hvussu væl honum dámdi FF-blaðið, sum Morgunblaðið var haldari av, og sum hann las nógv í. Hann hevði eisini frætt um formansvalið í fiskimannafelagnum, har ein av avleiðinginum var, at FF-blaðið varð niðurlagt. Hetta harmaði hann sera nógv og helt tað vera ein miss fyri føroyska blaðútgávu. Hetta er enn ein váttan um ta virðing, sum FF-blaðið útvegaði fiskimannafelagnum og harvið eisini fiskimonnum, og tað eisini uttanfyri landamark. Men nú kann Morgunblaðið halda Sosialin í staðin fyri, og kann blaðið fáa nakað av sama tilfarinum sum var í FF-blaðnm.
Hjørtur letur annars heilsa øllum teimum hann kennir í Føroyum.
Prentsmiðjan
Prentsmiðjan sjálv var ein heilt onnur søga, og tað er ótrúligt sum prentingin hevur ment seg eftir bert fáum árum. Her skal heldur ikki greiðast frá teknikki og tílíkum, men tað skal bert verða sagt frá nøkrum tølum.
Tað ber til at prenta bløð við upp til 128 síður, og allar síðurnar í litum. Tað eru tvær prentmaskinur, sum kunnu koyra 35.000 bløð um tíman hvør ella tilsamans 70.000 bløð. Alt arbeiði er sera automatiserað, so talið av prentarum er bert 25, sum arbeiða í vaktum.
Sjálvt Morgunblaðið verður prentað í 50.000 eintøkum. Byrjað verður at prenta á midnátt, og er liðugt nakrar tímar seinni. Bløðini koma tískil út á morgni og skulu fáast út, áðrenn fólk vakna. Til Akureyri verða bløðini koyrd við bili, meðan tey verða senda við fyrsta flogfarinum til Eysturlandið og Vestfjarðirnar.
Prentsmiðjan prentar annars tey flestu bløðini i Íslandi, tó ikki kappingarneytan Frettablaðið. Hendan dagin var Bændablaðið prentað í 16.300 eintøkum í 40 síðum. Hetta blað kemur út tvær ferðir um mánaðin. Kenda blaðið DV verður eisini prentað her. DV, sum er ein samanrennning av bløðunum Dagblaðið og Vísir, kemur eins og føroysku bløðini út 5 dagar um vikuna.
Tað er ikki smávegis av pappír sum fer til øll hesi bløðini. Vektin er eini 10.000 tons árliga. Til sammetingar kann nevnast, at Prentmiðstøðin her hjá okkum nýtir 1.000 tons árliga. Hjá Morgunblaðnum er talan um eina tvífalding av pappírsnýtsluni eftir fáum árum.
Nýggjar avbjóðingar
Blaðheimurin broytist í Íslandi eins og aðra staðni. Politisk bløð eru ikki til longur. Men tað heilt nýggja eru tey ókeypis bløðini, sum eru grundað á, at lýsingar, skulu gjalda framleiðslukostnaðin og vinning.
Her er Morgunblaðið eisini við. Tí umframt sjálvt Morgunblaðið, sum kemur út 7 dagar í vikuni geva teir út Blaðið, sum kemur út 6 dagar um vikuna. Tað verður prentað í 100.000 eintøkum og verður borðið í hvørt hús. Hetta er ikki hissini blað heldur. Útgávan 10.mars var ikki færri enn 56 síður. Víst er gott helvtin lýsingar, men har er nóg mikið at lesa fyri tey flestu í ein dag.
So er spurningurin, hví fólk vilja gjalda fyri Morgunblaðið, tá tey fáa Blaðið ókeypis! Ja, svarið var, at tað er ein góður spurningur. Kanska er meira dygd í kostinum, sum goldið verður fyri.
Ein onnur avbjóðing er tíðindatænastan á alnótini. Hon kemur uttan iva at menna seg í framtíðini eisini. Hesi avbjóðing vilja teir eisini lofta á Morgunblaðnum, tí teir eru við at gera eitt studio til framleiðslu av sendingum, sum skulu síggjast á heimasíðuni hjá Morgunblaðnum, og er hon: HYPERLINK www.mbl.is www.mbl.is
Kanska er framtíðin, at bløð slett ikki verða prentað og bert verða á alnótini!
Tað var sera áhugavert at fáa hendan møguleikan at vitja eitt so framkomið blað.