Kunoy: Ovarlaga í bygdini standa eini hvít hús, og her er tað Randi og maðurin, Rógvi, húsast saman við báðum synunum, Jón og Ivan.
At flyta til Kunoyar sum 21 ára gomul er ikki nakað, sum allar klaksvíksgentur høvdu funnið uppá. Og so verri enn so. Tí var tað kanska ikki so undarligt, at Randi var ein av teimum yngstu giftu konunum í Kunoy, tá hon og Rógvi fluttu inn, sama dagin tey vórðu gift, í 1998.
Sjálv fortelur Randi:
? Tá eg var 16 ár fluttu Rógvi og eg saman í kjallaran í húsunum hjá ommu hansara í Klaksvík. Um hetta sama mundið byrjaðu vit at byggja í Kunoy.
Ætlanin var alla tíðina hjá teimum báðum at flyta til Kunoyar, men av tí, at Randi var við barn, tá tey giftust, valdu tey heldur at steðga við at byggja, og keypa eini hús, sum lógu beint við síðuna av grundstykkinum, sum tey upprunaliga høvdu keypt.
Stórtrívist
Foreldrini hjá Randi vóru eitt sindur bangin um hana í fyrstuni. Tey óttaðust fyri, at hon ikki fór at trívast í einum so bygdarligum umhvørvi, men nú er mamma Randi dagligur gestur í bygdini.
? Mamma elskar at vitja her. Tá tað er summar, so kemur hon her, og er her ein heilan dag. Tá plaga vit at grilla uttanfyri og sóla okkum. Og er nakað paradís á jørð, so er hetta tað, sigur klaksvíksgentan.
Men hví hevur ein býargenta, sum Randi valt at flyta til Kunoyar?
? Altso, fyri tað fyrsta, so er tað nógv bíligari at búgva í Kunoy. Mamma Rógva er herfrá, og omma hansara eisini. Tá var barn, so var hann nógv her ? hann er næstan uppvaksin her.
Fyri teir báðar synirnar, Jón 3 ár og Ivan 1 ár, er tað næstan sum ein ynskidreymur at búgva í Kunoy.
Uttanfyri stendur eitt hús, sum pápin, Rógvi hevur bygt. Rógvi er byggimeistari og hevur hann egna fyritøku, sum hann byrjaði fyri stuttari tíð síðani.
Randi sigur, at nú stórtrívist hon í Kunoy. Tó ásannar hon, at tað var ikki so stuttligt í byrjanini áðrenn dreingirnir vórðu føddir. At verða innikavaður í Kunoy og ongan veg sleppa, var ikki so idylliskt, tá tað kom til stykkið.
? Men nú dámar mær væl. Eg stórtrívist. Serliga nú tá dreingirnir eru vorðnir størri, er tað deiligt at vera her. Teir eru eisini so tættir, so teir fáa veruliga gleði av hvørjum øðrum, sigur Randi.
? Tað er eisini ofta so, at dreingirnir als ikki tíma til Klaksvíkar. Teir vilja nógv heldur vera í Kunoy.
Tó heldur Randi ikki, at hon hevði kunnað búð í nakrari aðrari lítlari bygd her í Norðoyggjum. Hon sigur, at Kunoy er passaligt. At búð í Mikladali á Kalsoynni ella á Viðareiði kemur als ikki uppá tal.
? Vegasambandið til Klaksvíkar er so mikið gott, og tað tekur so stutta tíð, at eg eri í Klaksvík hvønn dag. Á Viðareiði hevði eg so als ikki tímað at búð ? koyrt ígjøgnum allar hasar ræstu tunlarnar, sigur Randi á rættiligum norðoyarmáli og stórflennir.
Hønumamma
Býargentan, sum nú er vorðin bygdagenta, fær dagarnar at ganga við at gera mat, baka, vaska og tílíkt.
? Dreingirnir taka eisini nógva tíð, og so hava vit vinkonurnar eisini ein bindiklubb. Tær hildu meg vera svaka, tá eg segði, at eg fór at flyta til Kunoyar, fortelur Randi og flennir.
Men ætlanin var upprunaliga als ikki at gerast heimagangandi húsmóðir. Nei, tvørturímóti.
Randi hevði søkt inn á sjúkrasystraskúla í Havn, og hon var eisini sloppin inn.
? Tað hevur altíð verið mín dreymur at gerast sjúkrasystir, men tá eg varð við barn valdi eg at sleppa hesum.
Sjálv er Randi sannførd um, at hetta verður tað, sum hon skal gera tey næstu nógvu árini av lívinum. Ynskið er at fáa meira børn. Kanska eini fimm, um lív og heilsa vilja tað.
? Eg eri rættiliga nógv einsamøll heima við dreingjunum, tí maðurin arbeiðir so nógv, men mamma og vinkonurnar eru ógvuliga raskar at vitja meg. Mamma er her hvønn dag, og nú eru hon og pápi mín farin at byggja her í Kunoy. Eisini tey hava leitað sær henda vegin, tí her er so gott at vera.
Umhvørvið er eisini so barnarvinarligt, sum tað einaferð kann vera. Ongir bilar, so tað er lag á manni hjá dreingjunum at spæla úti. Serliga nú spælihúsið er komið upp at standa í túninum, eru dreingirnir næstan ikki at síggja inni.
Eingin barnagarður er í Kunoy, og heldur ongin dagrøkt, men Randi sigur, at hon er ein hønumamma, so sjálvt um dagrøkt ella barnagarður høvdu verið til staðar, so hevði hon heldur viljað havt dreingirnar sjálv.
? Eg vil heldur vera saman við teimum, og tá maðurin hevur so mikið gott arbeiði, at hetta letur seg gera, so verður tað soleiðis. Hann er eisini glaður fyri, at eg kann verða heima hjá teimum.
Um Randi fer aftur á arbeiðsmarknaðin veit hon ikki enn. Men tað verður í øllum førum ikki fyrr enn dreingirnir eru stórir.
? Men í Kunoy skal eg búgva alt mítt lív, tað er púra vist, sigur Randi at enda.