Árnafjørður:
Flaggskrýdd bygd og littar ljósperur hingu frá skúlanum oman til bygdarvegin. Trupult var hjá summum at finna eitt stað at seta bilin, so endin var, at bilar stóðu allan vegin fram við vegjaðaranum á vegnum oman í bygdina.
Uttan fyri skúlan var fult av fólki. Klaksvíkar Hornorkestur spældi, meðan fólk legðist til. Símun Petur Hjelm, skúlastjóri í Ósáskúlanum í Klaksvík, beyð vælkomin og helt eina stutta røðu vegna skúlan. Árnafjarðar skúli hoyrir undir Ósáskúlan.
Símun Petur mintist aftur á, tá hann sum ungur var í starvsvenjing av Læraraskúlanum í Árnafirði.
? Beinanvegin frá fyrsta degi varnaðist ein, at her var nakað heilt serligt. Lærarin, Niklái Poulsen, tók ímóti mær saman við næmingunum. Tað var eitt serligt námsfrøðiligt handalag, sum myndaði gerandisdagin í skúlanum. Tíverri tók ein tað ikki nærri til sín, segði Símun Petur Hjelm millum annað.
Hann greiddi eisin frá einari stuttligari hending í skúlanum. Tveir dreingir sótu í skúlastovuni um morgunin. Tá lærarin kom inn, spurdi hann fyrst tann eina drongin, hvat hann gjørdi har, og hví hann ikki var á fjalli. Drongurin svaraði, at hann kundi ikki taka frí, tí so kom hin longri enn hann.
Tá Símun Petur var liðugur við sína røðu, var felagssangur, har øll sungu Landið eg bar við mær inn um skúlagátt. Aftaná tók landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni orðið. Hann segði millum annað, at hátíðarhaldið fyri skúlanum í Árnafirði er ein áminning til øll um at seta prís á okkara skúlar og søgu.
? Føroyar hava nógv lært fólk, sum eru voksin upp á smábygd og hava gingið í skúla har. Tíverri hevur tendensurin verið, at hesi fólk leita sær til Havnar at arbeiða, har tørvurin á fólki er stórur. Avleiðingarnar kenna vit. Men í so máta er Árnafjørður ikki so illa fyri, tí frástøðan til Klaksvíkar er stutt, segði Jógvan á Lakjuni.
Holla undirvísing
Eitt serligt kór varð savnað saman til hátíðarhaldið. Meinhard Bjartalíð, prestur, stóð fyri tí. Fyri nøkrum árum síðani stóð hann fyri Klaksvíkskórinum, og tað vóru fleiri av teimum sangarunum, sum sóust aftur í hesum kórinum.
Tey sungu nakrar sangir. Ímillum tveir av teimum fór Meinhard sjálvur at halda røðu. Hann er sjálvur uppvaksin í Árnafirði og gekk í skúla har tey fyrstu sjey árini. Hansara røða bar eisini brá av, at her var talan um ein, ið hevði rík barndómsminni frá skúlatíðini í bygdini.
? Tað, sum meginparturin av okkum, ið eru savnað her í dag, hava tilfelags er, at vit øll hava gingið í skúla her. Stutt sagt: Her varð grundin løgd, legði Meinhard út við.
Hann hugleiddi um farna tíð í bygdaskúlanum, har undirvísingin var holl og góð. Har lærarin hevði stundir til hvønn einstakan næming, sum tað í dag stendur í fólkaskúlalógini.
? Eftir lokna skúlagongd hildu fleiri fram í grannabygdini, og eg minnist onki til, at vit sum komu úr Árnafirði stóðu nakað aftan fyri næmingarnar í stórstaðnum, segði Meinhard.
Fleiri urguspælarar
Eisini hann kom inn á Nikláa Poulsen, sum kom av Kirkju til Árnafjarðar at vera lærari í 1936. Meinhard segði, at lítil ivi man vera um, at Niklái hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri bygdina og skúlan. Hann greiddi frá, at umframt undirvísing gav Niklái eisini frá læru í urguspæli.
? Vit vandu upp á urgu í fríkorterinum og um kvøldarnar. Tað fór fram í skúlastovuni á einum harmonium, greiddi hann brosandi frá, og tað sást á honum, at minnini eru honum kær.
Har var tað hugurin, sum dreiv verkið. Sjálvt á vetrarkvøldi kundu skúlabørn síggjast við oljulampum á veg niðan í skúlan til urguvenjingar um kvøldið.
? Tað var tætt samband millum skúla og kirkju tá. Og eg ivist ikki í, at tað man vera talan um eindømi, at ein bygd hevur fostrað so nógvar urguspælarar, sum Árnafjørður. Tað mundu vera eini 10 ella 12, segði Meinhard ikki sørt errin á málinum.
Meinhard hevði sjálvur Nikláa sum lærara í skúlanum, men í 1977 fór Niklái frá fyri aldur, og tá kom Alex Sólstein til Árnafjarðar. Hann hevði farloyvi frá starvi sínum sum skúlastjóri í Klaksvík.
? Alex var ein íblástur. Hann raðfesti tónleik og sang høgt. Og tað vóru dagar, tá Alex og eg sótu tveireinir í skúlastovuni og spældu blokkfloytu, tí allir hinir næmingarnir høvdu fingið frí at fara á fjall, segði Meinhard skemtingarsamur.
Hann endaði sína røðu við at siga, at ein slíkan dag sum hendan hátíðardagin, minnast øll við gleði aftur á skúlan og alt, sum bygdin og fólkið góvu teimum.
? Hetta vóru jú løtur, sum geva okkum mót at liva, segði Meinhard Bjartalíð at enda.
Bók
Í sambandi við 100 ára haldið, hevði Freydis Poulsen skrivað nakað úr søgu skúlans. Hon greiddi frá, hvussu hon hevði borið seg at við at finna tilfar til bókina.
Nógv av tí hevði hon funnið á Landskjalasavninum, og nógv kom eisini frá protokollunum. Men protokollurnar komu ikki fyrr enn í 1924, so tað var nakað trupult at finna tilfarið undan teimum, segði Freydis Poulsen og legði afturat, at hon hevði fingið góða hjálp. Frá millum annað læraranum í Árnafirði tey seinastu 24 árini, Charlottu Thorsteinsson.
Hátíðarhaldið gekk sum sagt fyri seg úti. Tað var kanska nakað kalt at standa still so longi, men tað lat kortini ikki til at bila hjá teimum mongu, ið lýddu á.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Jórun Høgnesen, forkvinna í mentunarnevnd Klaksvíkar býráðs søgdu eisini nøkur orð. Og Charlotta Thorsteinsson eisini.
Síðani varð farið inn í skúlan til ein bita. Har hevði Jákup Ziskason borðreitt við breyði við føroyskum viðskera, og ivaleyst mundu heitu kaffi- og temunnarnar fløva væl.
Inni í skúlanum hingu skjøl til framsýningar, og í einum sethúsum beint niðri undir skúlanum, varð tann gamla skúlastovan sett upp til framsýningar. Flest øll mundu nýta høvi til at síggja hana eisini.