Her verða Sea Shepherd fólkini tikin

Sea Shepherd hevur almannakunngjørt fleiri myndir, ið vísa løtuna tá hald varð lagt á ein av teirra bátum, og tveir av teirra limum vórðu handtiknir.

Fyrr í morgun varð boðað frá grind í Kalsoyarfirði. Bátar fóru út til grindina, men eisini Sea Shepherd, ið lógu uttanfyri Gøtu í nátt, vóru skjótir á staðnum.


Løgreglan legði hald á ein av teirra bátum, og handtók samstundis manningina umborð.


Felagsskapurin hevur fyri løtu síðani lagt hesar myndirnar út frá tilburðinum, ið Florian Stadler hevur tikið.