?Her vil eg hava regn?

Annika Hoydal arbeiddi í 2 ár við fløguni, sum hon hevur givið út fyri at heiðra William Heinesen. Á fløguni eru yrkingar eftir William Heinesen, sum Annika kendi sum barn. Sunnudagin syngur Annika sangir av fløguni í Norðurlandahúsinum

Nógv tiltøk vóru á skránni, tá 100 ára føðingardagur William Heinesens var 15. januar.

Sunnudagin klokkan 16 er enn eitt tiltak á skránni, sum hevur samband við William. Tá fer Annika Hoydal á pall at syngja løg, sum hon hevur sett til yrkingar hjá William og sum hon júst hevur givið út á fløgu.


Arbeitt í 2 ár

Annika hevur arbeitt eini 2 ár við fløguætlanini. Hon hevur valt yrkingar, so tær umboða breitt úrval av yrkingum Williams.

Hon hevur eina rúgvu av pappírum, ið siga nei til umsóknir um fíggjarligan stuðul. Men tá alt kemur til alt, so hava øll fingið sítt. Teir 13 tónleikararnir á fløguni hava fingið eftir ásettu gjaldstreytum. Tað verður neyvan nakað eftir til Anniku, men tað leggur hon minni í.

Tá alt er lagt saman, so ljóðar rokningin fyri fløguna uppá einar 240.000 krónur, ið allar eru goldnar.


Her vil eg hava regn

Til at leggja tónleikin á fløguni tilrættis, hevur Annika fingið John von Daler.

Hann er úr USA, men kom til Danmarkar, tá hann rýmdi undan Vietnamkrígnum.

Stuttligt er, at tá Annika og hini í Harkaliðnum luttóku í Grand Prix í 1979, tá sat John von Daler í orkestrinum.

Hann hevur annars spælt við t.d. Fuzzy og Poul Dissing. Eisini hevur hann sína egnu kvartet, ið eisini spælir á fløguni.

John von Daler hevur lisið litteratur og hetta metir Annika hevur verið stórur fyrimunur, tá tey hava arbeitt, tí so hevur hann eisini havt ymisk hugskot og tey hava prátað um yrkingarnar.

Sjálv dugir Annika ikki nótar og hon leikar heldur ikki nakað ljóðføri. Hon syngur løgini.

Tá John von Daler so hevur fest tey á blað, so hevur hann eisini havt hugskot. Hetta hevur Annika dámað væl, tí hon heldur annars, at tónleikarar ofta bert hugsa í tónum.

Annika greiðir sjálv frá sínum ætlanum við løgunum í myndum.

- Eg kann t.d. siga, at her vil eg hava regn, sigur Annika.

Tó heldur Annika, at útlendskir tónleikarar hava ilt við at fylgja við til tíðir. Teir spyrja ofta, um steðgirnir ikki kunnu vera styttri ella longri.

- Men nú eri eg so gomul, at eg tori at siga nei, sigur Annika.

Á fløguni hevur hon flættað nøkur kvæðaløg saman, og har hevur Sunleif Rasmussen verið til hjálpar og hevur fest á blað fyrst, tí hjá honum, sum føroyingi, falla steðgirnir og rútman náttúrliga.


Teir dugdu

Í barnaárunum kendi Annika Hoydal væl William Heinesen. Pápi Anniku, skaldið Karsten Hoydal, og William vóru vinmenn og sótu ofta og prátaðu um alt møguligt.

Um kjarnorkubumbuna og um nú kríggj mundi koma aftur.

Hetta hava báðir eisini viðgjørt í skaldskapi sínum.

Annika heldur, at tað er stak áhugavert og hugvekjandi, so væl sum listafólkini tá arbeiddu saman.

- Teir samstarvaðu væl, teir menninir. T.d. høvdu grannarnir William og Heðin Brú kúgv saman og ætlaðu eisini at skriva bók saman. Hjá teimum kallaðist einki, at stjala frá hvør øðrum. Eg haldi Wiliam hevði tað góða sum trúgv ella grundreglu, sigur Annika.

Annika hevur gjørt sær ómak, tá hon hevur valt út millum yrkingarnar hjá Williami.

- Tá ein hevur kent mannin, so fer ein eisini at hugsa um, hvar ein hevur sínar hugsanir frá. Tað er klárt, at ein velur eisini útfrá sær sjálvum. Eftir tí, sum klingar í einum sjálvum, sigur Annika, sum metir, at yrkingarnar hjá Willami eru ikki bundnar í tíð.

Tær eru ikki nútímans ella farnar av móta. Stjørnurnar og himmalhválvið fara ikki av móta. Eisini tónleikurin sampakkar við hesa hugsan.


Føroyingar á pall

Tað vera føroyskir tónleikarar, sum fara á pallin í Norðurlandahúsinum saman við Anniku sunnudagin.

Danskir tónleikarar eru bókaðir langt fram í tíðina. Tí hevur John von Daler skrivað tónleikin fyri 3 ljóðføri.

Á konsertini sunnudagin fer Edvard Nyholm Debess at leika kontrabass og el-bass. Rógvi á Rógvu leikar trummur og Magnus Johannesen situr við tangentarnar.

Alt sera dugnaligir menn, sum Annika trygt kann líta á. Hon hevur eisini spælt saman við teimum hvør sær áður, men nú fara tey so øll á pall saman. Í hesum døgum venja tey dúgliga, tí væl skal tað ljóma og tónleikurin er ikki sørt krevjandi.

Annika vitjar í Føroyum til 2. februar. Tá fer hon aftur til Danmarkar, har uppgávur bíða eftir føroysku sjónleikarakvinnuni.