Hercules er dýrasti skaði nakrantíð

Eldsbrunin umborð á frystitrolaranum Hercules er størsti einstaki skaði nakrantíð, sum eitt føroyskt tryggingarfelag hevur verið fyri. Talan er um tíggjutals milliónir, ið tilburðurin fer at kosta bæði Tryggingarfelagnum Føroyar og Thor, sum eigur skipið

Skaðin av eldsbrunanum umborð á føroyska frystitrolaranum, Hercules, sum kravdi 11 av útlendsku manningini lívið, verður eisini kostnaðarmikil á annan hátt. Hóast onki tal er sett á enn, tí skipið framvegis ikki er komið í Havn, er greitt, at talan verður um tíggjutals milliónir. Hetta er fyri tað, sum Tryggingafelagið Føroyar skal rinda fyri tann partin, sum ikki er endurtryggjaður uttanlands.

Stjórin á Tryggingarfelagnum Føroyar, Gunnar í Liða, upplýsir, at hetta er størsti einstaki skaðin í søgu felagsins. Bert ódnin í 1988, har talan var um nógvar stórar og smærri skaðar, ið tilsamans fór upp um 100 mió. krónur, hevur verið dýrari fyri felagið. Talan var tá í høvuðsheitum um bygningar, bilar og alivinnuna.

Metingin av vanlukkurakta fyrstitrolaranum skal eisini gera av, um tað yvirhøvur loysir seg at umvæla skipið, ella um tað má skrottast.

Spurdur um, hvussu nógv er endurtryggjað uttanlands, sigur Gunnar í Liða, at felagið sum prinsipp ikki úttalar seg um kundaviðurskifti, og tí vil hann heldur ikki geva nakað boð uppá, hvussu stórur partur er endurtryggjaður aðrastaðni.

- Eg kann siga so mikið, at meginparturin er endurtryggjaður, sigur stjórin í Tryggingarfelagnum.

Hvussu nógv fer skaðin at kosta tykkum?

- Tað vita vit ikki enn, tí skipið er ikki komið til lands, og møguleiki tí ikki hevur verið fyri at meta um skaðan. Og sum áðurnevnt gera vit ikki viðmerkingar til upphæddir og einstakar kundar, sigur Gunnar í Liða.

Er talan um tíggjutals milliónir?

- Ja, tað er tað. Hetta er størsti einstaki skaði hjá einum føroyskum tryggingarfelagi nakrantíð, sigur Gunnar í Liða.

Umframt skaðan á sjálvt skipið, skulu familjurnar hjá teimum 11 útlendingunum, sum ikki komu frá hendingini við lívinum, hava endurgjald.

 

Milliónir í mistum inntøkum

Hans Andrias Joensen, forstjóri í p/f Thor, sigur, at eldsbrunin eisini fer at kosta felagnum nógvan pening í mistari inntøku. Hann vil ikki seta nakað tal á, tí tað ber ikki til at gera, áðrenn metingin av skaðanum er gjørd. Skipið stendur í 150 mió. krónum.

Spurdur um tapið hjá teimum eisini er í tíggjutals milliónum, sigur forstjórin:

- Ja, tað verður tað. Sjálvt um skipið er væl tryggjað, fara vit sjálvandi at missa nógvar inntøkur, nú skipið ikki verður í rakstri í langa tíð, sigur Hans Andrias Joensen.

116 mans vóru við Hercules, harav tveir føroyingar, ið báðir komu við lívinum.

Restin av manningini taldi tríggjar norðmenn, fýra ukreinarar, 27 russarar, 70 kinesarar og 10 úr Peru.

Skipið var statt í Kyrrahavinum uttan fyri Kile, tá eldur kom í um fýratíðina á morgni tann 21. apríl