Herdeildir í Libya vent sær ímóti Gaddafi

Altjóða tíðindastovurnar skriva í kvøld, at deildir av libyska herinum eru farnar í part við mótmælisfólkinum í býnum Benghazi.

Leiðarin á einari deild á sjúkrahúsinum í býnum sigur við Reuters, at bardagar hava verið millum ymsar herdeildir, og at fleiri særdir hermenn eru komnir á sjúkrahúsið. Sjúkrahúsleiðarin leggur afturat, at hermenninir styðja nú tey, sum krevja Muammar Gaddafi frá.

Keldan hjá Reuters sigurt, at trygdardeildirnar hava skotið minst 50 mótmælisfólk í Benghazi síðani seinnapartin, og at umleið 200 eru særd.

Summar tíðindastovur vilja vera við, at fleiri samanbrestir hava eisini verið í høvuðsstaðnum Tripoli í kvøld.