Tá danskur fótbóltur var i vetrarhi, var Herfølge seks stig frammanfyri øll hini. Men kortini roknaðu tey flestu við, at bygdaliðið av Sælandi, sum undan kappingarbyrjan varð mett millum niðurflytaraevnini, fór at kiksa, og at tey stóru ? serliga Brøndby og AaB ? fóru at kappast um DM.
Í morgin verður síðsta umfarið í donsku kappingini spælt. Brøndby og AaB hittast á Brøndby stadion, og tann dysturin verður áhugaverdur. Hesi bæði liðini fara at kappast um silvurkrónurnar og harvið eitt pláss í kvalifikatiónsspælinum til europeisku meistarakappingina.
Meistaraheitið hava Brøndby og AaB ongan møguleika at vinna. Tað gjørdist greitt hóskvøldið, tá Herfølge ? undir veðurumstøðum sum vóru líkar teimum, ið plaga at vera, tá FM verður avgjørt ? megnaði javnleik í torføra útidystinum í Silkeborg. Stigið hevði við sær, at Herfølge undan síðsta umfarinum er fýra stig frammanfyri Brøndby.
Stórfelagið í Brøndby heilkiksaði á útivølli móti AB, sum vann 2?0. 21 ára gamli Peter Løwenkrands skoraði bæði málini, og í Danmark rokna teir við, at ungi álopsmaðurin skjótt fer at verða seldur til okkurt útlendskt felag.
Teir minstu nakrantíð
Tey seinnu árini hava tað verið tey kendu fótbóltsfeløgini í Danmark, sum hava vunnið DM. Fyri seks árum síðani stakk Silkebog seg upp millum meistaraliðini. Annars hava tað verið Brøndby, AaB, Lyngby, OB og AGF, sum nógvu tey seinnu árini hava tikið sær av meistaraskapinum.
Herfølge er minsta felagið í Danmark sum hevur vunnið DM. Tað búgva umleið hálvt sætta túsund fólk í statiónsbýnum í Køge kommunu.
Søgan aftanfyri sigursgongdina gongur aftur til seinnapartin av sjeyti árunum, tá tað varð alment góðtikið at pengar vóru í donskum fótbólti. Gudmund Jørgensen ella saftkongurin, sum hann varð kallaður, setti pengar í fótbóltsliðið í Herfølge. Hetta gav felagnum orku at keypa spælarar aðra staðni frá, og soleiðis hevur tað verið alt síðani.
Nú Herfølge hevur vunnið DM er staðfest, at bara ein av spælarunum er uppvaksin í felagnum. Hinir eru uppvaksnir aðra staðni og teir flestu hava langan tein at koyra til venjingar. Føroyingurin á liðnum, Jákup Mikkelsen, býr í Haslev.
Hóskvøldið kom Silkeborg á odda upp á langskot, sum Jákup Mikkelsen átti at havt vart fyri. Men sum so ofta áður í hesum kappingarárinum, so vóru viljin og orkan hjá Herfølge stór. Teir sótu fullkomuliga á 2. hálvleiki, tá teir høvdu undanvind, og tað eydnaðist Kenneth Jensen at javna og liðnum at stýra spælinum, soleiðis at tað var størri sannlíki fyri einum sigursmáli til Herfølge enn til Silkeborg.
Stórur rómur
Seinnapartin í morgin fara Jákup Mikkelsen og teir at fáa gullkrónurnar hongdar um hálsin.
Tað rúmast umleið 7.000 áskoðarar á lítla stadion í Herfølge, og tað verður roknað við, at tað verður fult í morgin. Millum áskoðararnar, tá FCK kemur at vitja, vera fleiri føroyingar ? bæði teir, sum eru farnir úr Føroyum at hyggja at, og teir, sum búgva á leiðini í og kring Keypmannahavn.
Tað verður nógv gjørt burturúr, og fyri føroyingar, sum ynskja at fylgja við heima á landi, er møguleiki at gera tað á sjónvarpsrásini TV3+, sum fer at senda frá kl. 13.30.
Vejle og AGF niður
Todi Jónsson var við teir fyrstu 78 minuttirnar, tá FCK á heimavølli tapti móti Lyngby. Todi var við í uppspælinum til leiðslumálið, sum Zuma skoraði í 1. hálvleiki. FCK misnýtti fleiri møguleikar, og so taptu teir, tí Lyngby skoraði tvær ferðir.
OB vann 4?1 á heimavølli móti niðurflutta Esbjerg. Tað serliga við tí dystinum var, at OB málverjin, Lars Høgh, sum hevur spælt omanfyri átta hundrað dystir fyri OB, spældi fyri síðstu ferð á heimavølli.
Vejle tapti 3?0 í Viborg, og so var greitt, at Vejle, sum í 1984 við Allani Simonsen á liðnum vann DM og sum í 1997 vann silvurkrónur, skal spæla í næstbestu deildini eftir summarsteðgin.
Í Aalborg megnaði AGF 1?1. At Brøndby tapti móti AB hevur við sær, at meistaraliðið frá í fjør, AaB, hevur møguleika at ogna sær silvurkrónurnar, tá teir í morgin fara til Brøndby at spæla.
Men stóru fótbóltstíðindini úr Danmark hóskvøldið vóru, at Herfølge er danskur meistari, og tað er nakað, sum gellir í øllum tí europeiska fótbóltsheiminum. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.
?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.
Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.
? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.
?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.
? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.