Fríðgerð á Mýrini
nevndarlimur í P/F Vesturvón
Ikki kann sigast annað enn at sølan av hesum partabrøvum hevur havt stóran negativan »áhuga« í Vágoynni. Nógv hevur verið at sæð, hoyrt og lisið í fjølmiðlunum um søluna, men bert tann eini parturin hevur verið frammi. Tískil skal her verða greitt frá gongdini í málinum.
Tann 17. august kl. 15.00 fór nevndarlimur-in, sum umboðaði størsta partin av partabrøvunum 25,85% í P/F Vesturvón út á skrivstovu felagsins og boðaði reiðaranum frá, at hann ynskti at selja síni partabrøv.
Hann varð spurdur av reiðaranum, um hann hevði nakran keypara, og svarið til hetta var nei, men um ongin keypari var, ja so ætlaði hann sær út at leita eftir einum keypara. Og so var.
Á nevndarfundinum tann 5. september varð greitt frá, at nú var keyparin funnin. Enn var einki endaligt avgreitt, men ætlanin var at selja okkara partabrøv. Framvegis varð einki ynski sett fram, av hinum nevndarlimunum um at keypa partabrøvini.
Tískil varð hildið áfram og eftir nevndarfundin vóru vit 7 partaeigarar, ið lótu partabrøv okkara selja eitt samdøgur eftir nevndarfundin.
At vit avgjørdu at selja okkara partabrøv í loyndum, og at reiðarin visti púrasta av ongum fyrr enn sølan var framd, sum hann pástendur í Sosialinum frá 10. september 2005 er púra burturvið.
Eg havi sitið í nevndini hjá P/f Vesturvón í meira enn 20 ár, og nú eg fekk at vita, at einasti núlivandi av stovnarnum vildi selja, fór eg at hugsa um hesa støðu. P/F Vesturvón hevur øll árini verið ein familjuogn, men var tað sum so ikki longur. Alt var vorðið so smábýtt, partaeigararnir vóru vorðnir so nógvir í tali og fleiri á veg og við tí óiva eisini fleiri meiningar.
Eg veit, at pápi mín Jóhannes Niclasen sáli, sum tók stig til at stovna felagið, hevði ikki góðtikið gongdina í felagnum, sum hon hevur verið hesa seinastu tíðina. Við tí í huga tók eg avgerðina um at selja míni 3,60%, og fyri mítt viðkomandi var avgerðin røtt.
Hendan túrin eru 27 mans við Vesturvón, harav 9 sørvingar. Næst síðsta túr vóru 36 mans við, harav 14 sørvingar.
Eftir í felagnum vóru sostatt 40% av partabrøvunum, harav átti reiðarin 18,65%. Nevndarlimirnir høvdu møguleika at verið sitandi í felagnum og havt ta ávirkan teir nú einaferð kundu fingið _ ella at sitið við ongari ávirkan, soleiðis sum »vit« hava sitið tey síðstu árini. Teir valdu tó eisini at selja síni partabrøv beinanvegin, tí teir sjálvir ongan persónliga ávirkan komu at fáa í felagnum framyvir.