Herjólfur tveir bilar fleiri enn Teistin

Nógv verður sagt og skriva í hesum døgum, nú Herjólur III byrjar at sigla um Suðuroyarfjørð, tí Smyril skal í dokk.

 

Orsøkin er einamest, at skipið verður hildið at vera ov lítið.

 

Og Suðurrás staðfestir, at Herjólfur í veruleikanum ikki er nógv størri enn Teistin.

 

Suðurrás skrivar millim annað soleiðis:

 

Upprunaliga er upplýst í Løgtinginum, at Herjólfur tekur 481 ferðafólk og nakrar og 60 bilar. Men nú Herjólfur hevur fingið siglingarloyvi frá Skipaeftirlitinum, hevur hann bara fingið loyvi til at føra 385 ferðafólk, ella 95 ferðafólk færri enn ætlað.

 

Sambært in.fo sigur Strandferðslan, at orsøkin er, at Herjólfur eisini siglur um náttina og sostatt skal pláss skal vera umborð fyri tveimum manningum.

 

Men hóast tað er upplýst, at Herjólfur tekur nakrar og 60 bilar, eru bara pláss til 35-36 bilar í bíleggingarskipanini. Tað merkir, at tað er eingin vissa fyri, at tað sleppa meiri enn 35-36 persónbilar við hvørja ferð. Hetta eru fáir bilar fleiri enn Teistin, tí Teistin tekur 33 persónbilar.