Tað skerst ikki burtur, at læknavísundin er komin langt í okkara tíð. Nú hava skurðlæknar á John Hopkins sjúkrahúsinum í Baltimore givið einum hermanni eitt spildurnýtt undirlív, eftir at hesin varð raktur av einari spreinging í Afghanistan.
14 tímar langa skurðviðgerðin er hin mest umfatandi, sum nakrantíð er framd yvirhøvur. Ikki færri enn níggju skurðlæknar, tveir serfrøðingar í urologi, eitt lið av narkosulæknum, sjúkrarøktarfrøðingar og aðrir serfrøðingar vóru partur av transplantatiónini.
Sambært skurðlæknanum, sum stóð á odda fyri transplantatiónini, W. P. Andrew Lee, kann ungi amerikumaðurin, sum ynskir av vera ónevndur, longu verða útskrivaður um nakrar dagar - bert ein mánaða eftir umfatandi skurðviðgerðina.
- Vit halda, at skurðviðgerðin hevur verið væleydnað, og vit vænta eisini, at sjúklingurin verður útskrivaður í hesi vikuni, sigur leiðandi skurðlæknin við CNN.
Hann er serliga væl nøgdur við, at sjúklingurin nú kann føla seg sum eitt “heilt” menniskja aftur, bæði likamliga og sálarliga.
Sambært W. P. Andrew Lee er hetta fyrstu ferð, at ein transplantation av slíkum slag fevnir um bæði skapning, skólp og part av búkinum frá einum deyðum donori ella gevara
Vísundaligi leiðarin av skurðverkætlanini, Gerald Brandacher, sigur alt benda á, at sjúklingurin bæði fer at kunna lata sær av vatninum aftur, fáa standing og hava samlegu, tá tann tíðin kemur.
Sum skilst er tað ikki nýtt, at tað ber til at transplantera skapning ella kynslim, men skurðviðgerðin hesaferð er slóðbrótandi, tí hon fevnir eisini um pung og partar av undirlívinum annars, sum er transplanterað frá deyðum donori ella gevara.
Á filmsbrotinum, sum sæst á ekstrabladet.dk/nyheder/samfund/foerste-gang-nogensinde-mand-faar-helt-ny-penis-og-den-virker/7132438 greiðir læknin frá væleydnaðu skurðviðgerðini.