Smugling
Nú skulu munandi stig takast fyri at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroyar.
Tað er ein partur í fólkaheilsuætlanini, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, legði fyri Løgtingið í farnu viku og sum tingfólk fara at hava aðalorðaskifti um fríggjadagin.
Hans Pauli Strøm ásannar, at tað neyðugt við einum virknum, munadyggum og fjøltáttaðum eftirliti fyri at at fyribyrgja, at rúsevni verða innflutt ólógliga til Føroya.
Løgreglan skal fáa betri amboð
Í hesum sambandi er tað umráðandi við einum neyvum eftirliti við ferðafólki og ferðagóðsi, sum koma til Føroyar.
Og fyri at kunna hava betri eftirlit við ferðafólki og ferðagóðsi, er landsstýrið nú til reiðar at taka óvanlig stig.
Í hesum sambandi er ætlanin at geva løgregluni athgongd til ferðafólkalistarnar hjá skipum og flogførum.
- Løgreglan hevur gjørt vart við, at ynskiligt er at fáa møguleika fyri at fáa fatur á ferðafólkalistum frá skipum, bátum og flogførum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at hetta fer at geva løgregluni møguleikar at gera regluligar kanningar av ferðafólkamynstrinum hjá ávísum fólkum.
Hetta ber ikki til í dag, tí tað er ólógligt í Føroyum.
Men landsstýrið ásannar nú at ferðafólkalistar eru eitt týðandi amboð í arbeiðnum hjá løgregluni í sambandi við kanningar og avdúkingar av narkotikabrotsverkum.
- Tí fer landsstýrið í næstum at taka neyðug stig til at veita løgregluni atgongd til ferðafólkalistarnar, sigur Hans Pauli Strøm
Hann sigur, at í øðrum londum hevur løgreglan atgongd til ferðafólkalistarnar fyri at kunna fylgja við ferðingarmynstrinum hjá fólki í narkotikaumhvørvinum og hjá fólki, sum annars eru undir illgruna.
Men hann sigur, at tað er eisini umráðandi við neyvum samstarvi ímillum løgreglu og tollvald á eftirlitsøkinum og tað er eisini umráðandi at hava eitt neyvt eftirlit við farminum og postinum, sum kemur til Føroyar.
- Eitt styrkt eftirlit við fleiri narkotikahundum er týdningarmikið, tí tað er hundurin, sum finnur tað mesta av teimum rúsevnum, ið hald verður lagt á.
Men ein einsamallur hundur hevur ikki orku at leita leingi ísenn og kann sjálvandi bert vera á einum staði ísenn, sigur Hans Pauli Strøm, so spurningurin um at útvega fleiri narkotikahundar er sostatt eisini eitt mál, sum verður tikin upp.
- Hetta er ein roynd at tippa tey hol, sum smuglarar brúka, leggur Hans Pauli Strøm afturat.
Mest hassj
Annars ásannar Hans Pauli Strøm, at tað er torført at vita, hvussu umfatandi misnýtslan av rúsevnum er í Føroyum.
Men Løgreglan sigur, at hassj tað rúsevnið, sum er vanligast í Føroyum. Men eisini sterkaru rúsevni sum amfetamin, speed, kokain og ecstacy, verða funnin í Føroyum.
- Ecstacy er rættiliga nýtt rúsevni í Føroyum. Uttanlands verður ecstacy javnan brúkt í sonevndum tekno-veitslum. Í Føroyum hava vit enn ikki slíkar tekno-veitslur, men løgreglan sigur, at ecstacy er
í umfari í diskotekumhvørvinum.
- Tað eru serliga ungdómar, ið ofta bróta mørk eru í vandabólki fyri at nýta slík
evni.
- Í fjør legði løgreglan hald á 537 ecstacy tablettir. Í 2004 varð hald lagt á 30 ecstacy tablettir.
Í Føroyum eru tað eisini nøkur fá, sum brúka heroin.
Smugglarar brúka snildir
Løgreglan sigur, at nógvar snildir verða brúktar í royndunum at smugla hesi rúsevni til Føroyar. Smuglingin kann býtast í tveir høvuðstættir: Tað eru fólk, ið smugla rúsevni uppi á sær ella í viðførinum, tá ið tey koma til Føroyar, men so verða tey eisini send í posti ella sum farmur við skipi ella flogfari.
Hættirnir, sum persónar nýta, tá teir smugla rúsevni við sær til Føroyar, eru eisini fjølbroyttir. Løgreglan sigur, at í 2005 vóru fleiri dømi um at fólk royndu at smugla rúsevni til landið innvortis. Tað merkir, at tey høvdu antin svølgt evnið, ella stungið tað upp í seg í neðra frá.
- At goyma sterk evni innvortis kann fáa álvarsligar avleiðingar, tí evnini kunnu leka út í maga ella tarmar og verða upptikin av kroppinum.
Løgreglan sigur, at eisini ungar kvinnur verða nýttar til at smugla rúsevnir til Føroyar.
- Ómakslønin kann vera eitt vikuskiftisuppihald í Danmark við eitt sindur av lummapeningi,sigur løgreglan.
Endamál og ætlan
Landsstýrið heldur, at endamálið við einum rúsdrekka- og rúsevnapolitikki skal vera, at:
" Rúsdrekkamisnýtslun sum heild skal minka.
" Byrjunaraldurin tá ung byrja at drekka rúsdrekka, skal útsetast.
" Børnum og teimum ungu skal tryggjast ein uppvøkstur, sum er fríur fyri rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtslu.
" Rúsevnisfríar Føroyar.
" Medisinsku og sosialu skaðaárinini av rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu skulu minka.
Og fyri at røkka endamálinum, skulu hesi tiltøk setast í verk:
" Vitan um rúsdrekka- og rúsevnisvanar skal fáast til vega.
" Upplýsing um heilsuvandar við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.
" Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur skal orðast á øllum arbeiðsplássum.
" Talið av rúsdrekka- og rúsevnisfríum umhvørvum skal økjast.
" Viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.
" Fyribyrgjandi átøkini móti rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu skulu styrkjast. Hetta er serliga
galdandi fyri tiltøk, sum eru ætlað børnum og ungum.
" Eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum skal gerast munadyggari og virknari.