Tvey amerikonsk herskip fóru í dag ígjøgnum Suez-veitina norður í Miðjarðarhavið. Talan er um skipini USS Ponce og USS Kearsarge. Amerikanski flogberin USS Enterprise er framvegis í Reyða Havinum, og sambært embætismonnum í Washington er tað ikki avgjørt enn, um skipið skal fara í Miðjarðarhavið.
Embætismenninir siga, at tey bæði skipini eru farin í Miðjarðarhavið, so tey kunnu vera tøk, um tað gerst neyðugt at flyta fólk úr Libya. Samstundis leggur tað trýst á Muammar Gaddafi, at USA hevur sent tvey herskip nærri landinum, siga embætismenninir.
USA hevur ikki dult fyri, at landið letur allar møguleikar standa opnar, tá tað snýr seg um at loysa kreppuna í Libya. Eygleiðarar halda tó, at USA er neyvan serliga hugað fyri einum hernaðarligum átaki í Libya, tí amerikanska hermegin hevur úr at gera í Afghanistan og Irak.