Herurin: Reyði Krossur er á veg úr Gaza við 11 gíslum

Reyði Krossur váttar sambært ísraelska herinum, at hjálparfelagsskapurin er við at føra 11 gíslar úr Gaza.

 

Ibraheem Abu Mustafa/Reuters/Ritzau Scanpix

Reyði Krossur hevur í kvøld fingið 11 gíslar frá Hamas, sum eru á veg úr Gazageranum ímóti Ísrael.

Tað sigur ísraelski herurin sambært Reuters.

Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Qatar váttar, at teir 11 gíslarnir eru latnir Reyða Krossi.

– Millum teir ísraelar, sum eru latnir leysir úr Gaza, eru eisini tríggir franskir ríkisborgarar, tveir týskarar og seks argentinar, skrivar talsmaðurin, Majed al-Ansari, á X.

Nógvir ísraelar hava dupultan ríkisborgaraskap.

Frammanundan hava ísraelskir miðlar skrivað, at tað var væntandi, at 11 ísraelar og tríggir teilendingar skuldu latast leysir.

Hvørki herurin ella Reyði Krossur hava váttað, um teilendingar eisini verða latnir leysir, so sum tey áður hava gjørt.

Sambært blaðnum Haaretz er talan um 11 ísraelar úr kibbutzini Nir Oz.

Tá teir eru latnir leysir, eru framvegis 49 íbúgvar frá hesi kibbutz millum gíslarnar í Gazageiranum, skrivar blaðið.

Við leyslatingini í dag hevur hernaðarligi Hamas-bólkurin latið leysar til samans 50 gíslar síðani fríggjadagin.

Afturfyri eru fyribils 117 palestinskir fangar latnir leysar úr ísraelskum fongslum.

Roknað verður við, at 33 afturat verða latnir leysir í dag.

Sambært talsmanninum fyri uttanríkisráðið í Qatar snýr tað sum 30 ómyndingar og tríggjar kvinnur.

Qatar hevur ein týdningarmiklan leiklut sum meklari millum Ísrael og Hamas.

Fyrr í dag váttaðu partarnir, at vápnahvíldaravtalan, sum hetta fangaumbýtið er partur av, er longd við tveimum døgum.

Tann upprunaliga avtalan var fýra dagar, og tann freistin er úti í morgin.

/ritzau/

 

 

Ibraheem Abu Mustafa/Reuters/Ritzau Scanpix