Harskapurin í Meksico hevur nú við sær, at herurin skal standa á varðhaldi í býnum Harðskapurin og lógloysið í Meksiko versna støðugt, og støðan hevur ongantíð verið so ring sum nú, hóast myndugleikarnir hava sett bæði løgregluna og herin inn í bardagan ímóti lógloysinum. Í gjár bleiv kunngjørt, at næstan 5.400 meksikanskir løgreglumenn lótu lív í tænastu í fjør, og at tað var meiri enn tvær ferðir so nógv sum í 2007. Felipe Calderon, forseti, sigur, at í framtíðini skulu hermenn standa á varðhaldi í øllum teimum stóru býunum og fram við høvuðsvegunum.