Herverk á deksbát

Sunnudagin fekk løgreglan í Eysturoynni fráboðan um, at onkur hevði verið umborð á 20-tonsaranum, Hamranes, sum liggur við bryggju í Runavík, og gjørt herverk.
Tveir rútar vóru brotnir umborð á deksbátinum, men ótangarnir, ið høvdu framt herverkið, høvdu ikki stolið nakað umborð. Eigarin av Hamranes var sjálvur burturstaddur, og tí er ógreitt, nær herverkið er gjørt.