Hesa ferð er valið ikki so torført

Tað tykist upplagt, hvørjir ellivu skulu á vøllin, og hvørjir teir tríggir eru, sum eru tætt at teimum fyrstu ellivu, men sum landsliðsvenjarin í kvøld fer at siga, at teir skulu sita á beinkinum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu Føroyar klokkan 19.45 leygarkvøldið stríðast ímóti fótbóltsliði, sum er heimsmeistari.

Tað hava verið veldugar avbjóðingar, tá ið Føroyar í undankappingardystum hava staðið andlit til andlit við nakrar av heilt stóru europeisku fótbóltstjóðunum. Her verður hugsað um Spania, Týskland og Frakland.

Spania hevur ongantíð verið heilt uppi á altjóða landsliðstindinum, men talan var um stórar stjørnur úr eitt nú Real Madrid og Barcelona. Týskland, sum Føroyar vóru um reppið at fáa stig ímóti bæði á útivølli og heimavølli, var varðaheimsmeistari, eins og Frakland var tað, tá Føroyar seinast spældu móti teimum.

Nú er avbjóðingin uppaftur størri. Italia er heimsmeistari, og trettan av spælarunum, sum síðsta summar eftir brotssparkskapping vunnu HM finaluna ímóti Fraklandi, vóru í italska ferðalagnum, sum í gjárkvøldið lendi í Vágum.

Tað kemur ógvuliga sjáldan fyri, at Føroyar leygardag ikki spæla landsdyst fyrrenn klokkan 19.45. Sport Five eigur sjónvarpsrættindini. Teir hava selt rættindini at sjónvarpa til Italia. Sum í øðrum londum við Miðalhavið eru tey í Italia von við at fara til fótbólt, tá ið dagurin er vorðin meiri svalur. Tí verður fyrsta bríkslið á Tórsvølli ikki fyrrenn eftir nátturða.

Millum allar teir føroysku spælararnar, sum hava fingið landsliðsboð, livir vónin um at sleppa upp í part. Summir spælarar eru fullvísir í at verða millum teir fyrstu ellivu. Aðrir vita, at teir hava møguleika fyri at standa inni á vøllinum, tá ið tjóðsangirnir verða spældir, og so eru tað teir, sum heilt víst vita, at teir fara at manna beinkin. Hesir vóna, at teir sleppa upp í part eina løtu. Felags fyri allar hesar er, at teir vita, at tað er góður møguleiki fyri, at teir ikki sleppa upp í part.

Jógvan Martin Olsen hevur undir fyrireikingunum sagt, at tað er so mikið av kapping um plássini, at tað eru fjúrtan spælarar, sum kunnu manna tey fyrstu ellivu plássini. Tað er tí, at landsliðsvenjarin sigur seg vita, at tað verður vónbrot hjá trimum at fáa at vita, at tað ikki er pláss fyri teimum.


Verjan

Eingin ivi er um, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið. Tað er heldur eingin ivi um, at Óli Johannesen og Jón Rói Jacobsen fara at manna miðverjuna. Óli eigur landsliðsmetið og fast pláss í miðverjuni, inntil hann sjálvur gevst ella spælir seg rudduliga av. Jón Rói Jacobsen er rættuliga komin fyri seg eftir drúgvan skaðasteðg. Hann venur við superliga liðnum hjá AaB, sum hann fleiri ferðir hevur spælt við seinastu vikurnar, og tí er hann sjálvskrivaður á landsliðnum.

Mortan úr Hørg og Atli Danielsen hava verið nevndir sum evni til høgra bakk. Tað verður serliga verjukendar dygdir og taktisk tilvitan og ikki framrættað vongverjuspæl, sum tað verður brúk fyri ímóti Italia. Atli Danielsen hevur í vár verið fastur maður á Frem miðvøllinum. Spurningurin er ikki, um Atli skal spæla, men hvussu hann skal verða partur av kabalini. Tað er ikki so sannlíkt, at hann verður á miðvøllinum, og tí verður Atli Danielsen, sum ofta tey seinastu árini, á bakkinum í høgru.

Marni Djurhuus hevur seinastu ferðirnar verið royndur á vinstra bakki, sum tað hevur verið ivamál um, síðani avloysarin hjá Øssuri Hansen, Súni Olsen, varð fluttur fram á miðvøllin. Landsliðsvenjarin hevur onkra ferðina meiri enn spælt við møguleikan at flyta Christian Høgna Jacobsen aftur á bakkin. Hetta hevur hann ikki roynt seinastu ferðirnar, og tað er neyvan heppið at fara undir nýggja roynd, tá ið Italia er mótstøðuliðið.


Miðvøllur og álop

50 dystar maðurin Jákup á Borg er sjálvskrivaður á miðvallarplássi í høgru. Símun Samuelsen hevur fleiri ferðir fingið møguleikan í vinstru. Ímóti Ukraina á heimavølli í mars varð hann skiftur út við Christian Lamhauge Holst miðskeiðis í 2. hálvleiki, og á útivølli í Georgia varð hann bara á vøllinum í yvirtíðini. Símun hevur staðið seg væl í fyrstu umførunum í íslendsku kappingini. Hóast hann higartil í landskappingini ikki hevur verið so sannførandi í HB, sum hann var tað í NSÍ í fjør, so liggur tað til, at Christian Høgni Jacobsen hesa ferð verður ytstur í vinstru.

Fróði Benjaminsen er leikbannaður. Mikkjal Thomassen tykist upplagdur til annað sentrala miðvallarplássið. Súni Olsen er ikki í optimalari dystarvenjing, men hann verður torførur at sleppa uttanum. Ein møguleiki er, at Atli Danielsen kann verða sentralur miðvallari, og at Súni Olsen – orsaka av ikki optimalari dystarvenjing – verður bakkur í høgru. Tað plássið hevur Súni ofta røkt í AaB.

Rógvi Jacobsen eigur heilt víst pláss millum teir fyrstu ellivu. Ivaleyst verður tað sum næstfremsti maður. Andrew av Fløtum er møguleiki í fremstu ódnini. Men meiri sannlíkt er tað, at Christian Lamhauge Holst, ið er liðformaður og lyklaspælari í Lyngby, sum er á veg upp í superliguna, verður fremstur. Christian hevur verið serliga væl upplagdur í vár, meðán Andrew ikki hevur átt fast pláss á liðnum hjá Fremad Amager.

Teir tríggir, sum í kvøld fara at fáa boð frá venjaranum um, at tað ikki er pláss fyri teimum, verða eftir hesum at døma Mortan úr Hørg, Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum.

Teir ellivu, sum ivaleyst fara at ganga inn á vøllin saman við italsku heimsmeistarunum í annaðkvøld, verða Jákup Mikkelsen – Atli Danielsen, Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Marni Djurhuus – Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Súni Olsen, Christian Høgni Jacobsen – Rógvi Jacobsen - Christian Lamhauge Holst.

Á beinkinum saman við teimum trimum omanfyri nevndu og klárir at taka av møguleikanum, um hann fer at vísa seg, fara at sita Meinhard Joensen, Rasmus Nolsøe, Kári Nielsen, Pauli G. Hansen, Hjalgrím Elttør og Bergur Midjord. Tveir av hesum skulu tó sáldast frá, áðrenn dómaraseðilin verður skrivaður.


Mynd: holst

Nógv bendir á, at Christian Lamhauge Holst hesa ferð fær møguleikan frá fyrsta bríksli. Nakað sum hann ikki hevur roynt í landsliðshøpi áður. Fróði Benjaminsen er leikbannaður

Mynd: Álvur Haraldsen