Russland er víðari til EM endaspælið við greiðum sigri á Andorra, meðan Írland fekk hjálp av eini feildømin, sum tryggjar landsmonnunum hjá Brian Kerr annað plássið í bólkinum og rættin til at spæla um eitt atgongumerki til EM endaspælið í Ukreina og Póllandi.
Írland var líka við at koma til HM endaspælið í Suðurafrika í 2010, men í evstu løtu skoraði Frakland í alt ella einki uppgerðini. Sjónbandamyndirnar vístu greitt, at franski framherjin, Thierry Henry, nýtti hondina til hjálpar.
Í kvøld fekk Írland fyri mun av hondini, tá teir skuldi hava í minsta lagi javnleik í Dublin móti Armenia. Í fyrra hálvleiki fekk málverjin hjá Armenia reytt kort, men sjónbandamyndirnar vísa, at bólturin fyrst kemur í hondina á írskum verjuleikara og síðani á bringuna á armenska málverjanum, sum er komin út úr brotsteiginum. Dómarin velur tó at geva armenska málverjanum reytt kort.
Stutt fyri hálvleik gjørdi Armenia sjálvmál, áðrenn Richard Dunne eitt korter inn í seinna hálvleik økti til 2-0. Armenia minkaði um munin, men megnaði ikki at fáa fleiri mál.
Russland vann 6-0 á heimavølli móti Andorra og er beinleiðis víðari til EM endaspælið.
Bólkur B:
Russland Andorra 6-0 (4-0)
1-0 Alan Dzagoev, 5
2-0 Sergei Ignashevich, 26
3-0 Roman Pavlyuchenko, 29
4-0 Alan Dzagoev, 44
5-0 Dennis Glushakov, 59
6-0 Dinivar Bilvaletdinov, 78
Írland Armenia 2-1 (1-0)
1-0 Valeri Aleksanyan, 43 sjálvm
2-0 Richard Dunne, 59
2-1 Henrikh Mkhitarin, 62
Makedonia Slovakia 1-1 (0-0)
0-1 Juraj Piroska, 54
1-1 Nikolce Noveski, 79
Støðan í bólkinum:
1. Russland 23
2. Írland 21
3. Armenia 17
4. Slovakia 15
5. Makedonia 8
6. Andorra 0
Russland beinleiðis víðari, meðan Írland skal spæla um at koma til endaspælið.