Hesa ferð syftu vágsdreingir Blik

5-MANNAFØR DREINGIR Royndin Fríða úr Vági, sum fyri viku síðani var tætt við, vann lutfalsliga trivaligan sigur á Sundalagsstevnuni

Tað eru knotur í kappróðrinum í Vági. Í hvussu so er í dreingja­manningini og manningini á 6-manna­farinum.
Á Norðoyastevnu var tað nær við og næstan hjá dreingjunum umborð á Royndini Fríðu. Teir hava vant síðani eina ferð í vetur, og tí vóru teir sjálvandi vónbrotnir, tá ið upptøkurnar á málinum í Klaks­vík vístu, at Blikur av Argjum var stavnin fyrri á mál enn hvíti og svarti báturin úr Vági.
Hesa ferð hilnaðist tað betri hjá Royndini Fríðu, og tí sigur tað seg sjálvt, at fagnaðurin var óførur á vág­bingunum, tá ið teir fingu boðini um, at teir høvdu vunnið. Møðin tóktist hvørva sum døgg fyri sól, meðan dreingirnir á Bliki, sum aftur hesa ferð høvdu verið við til at mynda tætta og fína kapping, hingu við høvdinum.
Dreingjabátarnir bíðaðu leingi, men tá ið teir vórðu sendir avstað, var tað skjótt, at Vágs dreingir stungu seg fram um hinar. Royndir Fríða helt seg frammanfyri hinar allan teinin, og á málinum var mun­urin tað mesta av einari báts­longd.
Blikur, sum var fremstur í Klaks­vík, fekk ikki so góðan start, men tað eydnaðist argjadreingjum at vinna seg fram á næstfremsta plássið. Suðuroyingar gjørdu rættuliga um seg, tí Firvaldur endaði á triðja plássi.

Úrslit
1 Royndin Fríða 05:22.22
2 Blikur 05:24.15
3 Firvaldur 05:26.06
4 Svanur 05:29.06
5 Teistin 05:30.03
6 Jallurin 05:32.04
7 Sílið 05:34.20
8 Junkarin 05:38.17
9 Beinta 05:51.08

Støðan
1 Blikur 13
2 Royndin Fríða 13
3 Teistin 7
4 Jallurin 7
5 Svanur 6
6 Firvaldur 5
7 Sílið 4
8 Junkarin 1
9 Beinta 0