Champions League: Hesaferð er Differdange favorittur móti KÍ

Her eru oddsini upp á dystin Differdange-KÍ

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna dystin í fyrsta undanumfarinum í Champions League móti Differdange úr Luksemborg.

 

KÍ vann fyrra dystin á vøllinum við Djúpumýru 2-0. Tá var KÍ favorittur.

 

Hesaferð er Differdange favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Differdange eru 1,67.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði givið KÍ ein samlaðan sigur eru 3,80.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 4,64.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##