Serfrøðingar siga, at vaksin skulu sova minst sjey tímar hvørja nátt. Vit eru tó mong, sum mugu hava ilt við at náa sjey tímar, nøkur tí vit fara ov seint í song, men onnur, tí tey hava ilt við at sovna.
Í nógvum førum er tað fartelefonin, sum fær skyldina, men hjá onkrum kann hon eisini vera partur av loysnini. Tí nú finnast appir, sum kunnu hjálpa tær í svøvn.
Náttarsvøvnur handlar fyrst og fremst um rutinur, siga serfrøðingarnir, og tað er júst á hesum økinum, at appirnar kunnu vera tær ein hjálp.
Fleiri appir eru nú á marknaðinum, sum veita sonevnt white noise. Hetta eru lágfrekvens ljóð, sum kunnu hjálpa tær at sovna.
Hjá børnum hjálpir ofta at tendra eina app, sum spælir dustsúgvaraljóð ella líknandi, fyri at hjálpa teimum.
White Noise er eisini navnið á eini app, sum spælir ljóð, sum skulu hjálpa tær at minka um stress og at slappa av. Tað sigst enntá at hjálpa teimum, sum hava trupulleikar við tinnitus. Appin letur teg velja millum ljóð sum aldur, dustsúgvarar, eitt æl, turkitrumla ella dropar, fyri at nevna nøkur.
Annars er tað eisini eitt gott ráð at ríva seg leysan frá telefonini í góðari tíð áðrenn songartíð, tí ljósið frá skerminum lumpar kroppin til at forloysa minni av svøvnhormoninum melatonin í kroppin. Hetta kann bæði seinka og forða innsovingini.
Relax Melodies er ein app, sum vegleiðir teg bæði við avpenning og at anda. Harumframt kanst tú velja avslappandi løg og lágfrekvens ljóð, sum kunnu hjálpa tær at sovna.
Sleep Genius er ein app, sum NASA framleiddi fyri at hjálpa astronautunum at sovna úti í rúmdini. Sleep Genius sigst at minka um stress títt, við at spæla stressminkandi tónleik áðrenn songartíð.
Allar tríggjar appirnar eru at fáa bæði til iPhone og Android.