Hesar perlurnar tola summi ikki

Heilsufrøðiliga Starvsstovan biðjur fólk ansa eftir silvurperlum, sum eru at fáa í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti silvurperlum, sum eru at fáa í Føroyum. Talan er um silvur sjokulátaperlur, tað sum eitur Dr. Oetker Chokolate Silver Pearls, sum er í íløtum, sum viga 52 gramm.

Orsøkin til ávaringina er, at mjólkaprotein er í perlunum, men tað ikki stendur ikki á ílatinum, at mjólk, og mjólkaprotein, er í.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað merkir, at fólk, sum ikki tola mjólk, kunnu verða sjúk av at eta hesar perlurnar.  

Tey, sum tola mjólk, kunnu saktans eta tær, men annar kunnu íløt við hesum perlunum, latast aftur í handilin haðani tey eru keypt, ella tey kunnu verða koyrd í skrell.