Nú eru heili 52 føroysk listafólk á listanum yvir tey, sum boykotta øll almenn tiltøk.
Tað merkir, at tey fara ikki at framføra á tiltøkum, sum tað almenna skipar fyri.
Á listanum eru bæði málarar, yrkjarar, sangarar, sjónleikarar, tónleikarar, tónasmiðir og annað.
Tað var tónasmiðjurin, Sunleif Rasmussen, sum tók stig til boykottið at mótmæla ætlanini at skerja játtanini til føroyska mentan.
Í hesum sambandi mælti Sunleif Rasmussen øllum listafólkum við sjálvsvirðing um at boykotta øll tiltøk, sum almennu Føroyar standa fyri
- Vit vilja ikki luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið, segði Sunleif Rasmussen, tá ið hann eggjaði til boykottið.
Tey 55 listafólkini, sum nú hava skrivað undir boykottið, eru hesi:
Sunleif Rasmussen
Teitur Lassen
Mikael Blak
Tóroddur Poulsen
Leivur Thomsen
Andrea Heindriksdóttir
Hanni Bjartalíð
Hansina Iversen
Carl Jóhan Jensen
Oddfríður M.Rasmussen
Petur Pólson
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
Silja Strøm
Rakel Helmsdal
Bárður Persson
Elias Askham
Bruno Mikael Eysturstein
Eivør Pálsdóttir
Brandur Patursson
Kári Bæk
Ólavur Jakobsen
Jóanes Nielsen
Bárður Dal Christiansen
Alexandur Kristiansen
Jón Sonni Jensen
Gunnvá Zachariasen
Rógvi á Rógvu
Knút Háberg Eysturstein
Líggjas Olsen
Súsan í Jákupsstovu
Sólrún Michelsen
Ingi Suni Jakobsen
Marita Dalsgaard
Olaf Johannessen
Tummas Jákup Thomsen
Atli K. Petersen
Sissal Kampmann
Elin Josefina Smith
Kaj Klein
Annika Arge Gregoriussen
Jóhan Martin Christiansen
Heðin M. Klein
Magnus Johannessen
Høgni Lisberg
Anker Eli Petersen
Unn Paturson
Jóhannus á Rógvu Joensen
Martin Joensen
Rannvá Holm Mortensen
Drífa Hansen
Ebba Hentze
Astrid Maria MacDonald
Ingi Joensen
Johanna av Steinum
Unn Joensen