Í kvøld klokkan 20 verður finalan í tónleikakappinginni Sement. Seks bólkar hava í trimum innleiðandi kappingum vunnið sær pláss í finaluni, og nú skal vinnarin finnast.
Teir seks finalubólkarnir eru Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus, Eimyrja, Dóttir og Benjamin Rajani.
Høvuðsvinningurin á Sement er møguleikin at spæla á SPOT festivalinum í Danmark. Eisini fær vinnarin tíð í studio og ráðgeving innan marknaðarføring.
Bólkur við dómarum metir um framførslurnar og finnur vinnaran.
Sement finalan verður hildin á Reinsarínum í Havn. Kringvarpið sendir frá finaluni.