Nú er greitt, hvør er í uppskoti til at verða ársins leiðarar á tiltaki, sum Synergi skipar fyri seinast í mánaðinum
Tey siga, at dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2020, hevur nú funnið fram til seks leiðarar, sum eru í uppskoti.
Talan er um tríggjar leiðarar á privatum vinnuvirkjum og tríggjar leiðarar á almennum stovnum. Í dómsnevndini eru Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands, Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa og Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya.
Tey trý uppskotini sum ársins leiðari á einum almennum stovni, eru:
Gudmundur Joensen, Ítróttaháskúlin í Suðuroy
Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskupur
Johanna á Tjaldrafløtti, Húsarhaldsskúli Føroya
Tey trý uppskotini, sum leiðari á einum privatum virki, eru:
Árni Jakobsen, SMJ
Fróði Clementsen, Teldutænastan
Sunneva Háberg Eysturstein, Sirkus
Á myndini eru tey:
Ovara rað frá vinstru eru tað Gudmundur Joensen, Jógvan Fríðriksson og
Johanna á Tjaldrafløtti. Niðara rað frá vinstru eru tey
Árni Jakobsen, Fróði Clementsen, og Sunneva Háberg Eysturstein