Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvslønirnar í 2015. Nøkur hava fingið starvsløn í eitt ár, onkur eitt hálvt ár og fleiri í styttri tíð enn tað.
Tey, sum hava fingið starvsløn longst, eru hesi: Bárður Oskarsson, listamaður, 1 ár, Dánjal Dam á Neystabø, tónleikari, 1 ár Jóanes Nielsen, rithøvundur, 6 mánaðir Rakel Helmsdal, rithøvundur, 6 mánaðir Rógvi á Rógvu, tónleikari, 6 mánaðir, Silja Strøm, listakvinna, 6 mánaðir
Tilsamans hava hesi fingið starvsløn
Anker Eli Petersen, 3 mánaðir Astrid Andreasen, 3 mánaðir Bárður Oskarsson, 12 mánaðir Benjamin Petersen, 3 mánaðir Bergur Rønne Moberg, 3 mánaðir Brandur Patursson, 3 mánaðir Dánjal Dam á Neystabø, 12 mánaðir Durita Holm, 2 mánaðir Edvard Sofus Olsen, 2 mánaðir Elin Henriksen, 2 mánaðir Hanni Julius Bjartalíð, 3 mánaðir Hans Tórgarð, 1 mánað Ingi Joensen, 2 mánaðir Jan Nystrøm, 3 mánaðir Jens L. Thomsen, 1 mánað Jóanes Nielsen, 6 mánaðir Jón Aldará, 3 mánaðir Kirstin Helgadóttir, 1 mánað Kjartan Hansen, 1 mánað Kristina Sørensen Ougaard, 1 mánað Leivur Thomsen, 3 mánaðir Lív Maria Róadóttir Jæger, 2 mánaðir Maria Winther Olsen, 3 mánaðir Marianna Mørkøre, 3 mánaðir Marjun Syderbø Kjelnæs, 3 mánaðir Páll Nolsøe, 2 mánaðir Rakel Helmsdal, 6 mánaðir Rannvá Káradóttir, 3 mánaðir Rógvi á Rógvu, 6 mánaðir Sakaris Fríði Stórá, 3 mánaðir Sigmar Bláberg, 2 mánaðir Silja Strøm, 6 mánaðir Sissal Kampmanm, 3 mánaðir Stanley Samuelsen, 2 mánaðir Steintór Rasmussen, 3 mánaðir
Tilsamans verða sostatt tilsamans 117 mánaðarlønir fyri góðar tríggjar milliónir, latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði.
Tilsamans vóru 104 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri slakar 32 milliónir krónur, og av teimum vóru 35 umsóknir játtaðar.
Nevndin hevur í ár gjørt av ikki at lata eina trý ára starvsløn. Orsøkin er, at tað komu so nógvar góðar umsóknir, har søkt varð um starvsløn í styttri tíðarskeið. Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina trý ára starvsløn í ár, sigur nevndin
|