Hesi londini eru klár til EM

Fleiri dystir hava verið í kvøld, og nú eru fleiri svar upp á hvørji lond skulu spæla EM-endaspæl.

Tríggir EM-undankappingarbólkar afturat eru nú liðugt spældir, og tvey lið hava í kvøld spælt seg beinleiðis víðari. Tey eru Slovakia, sum vann 4-2 ímóti Luksemburg og harvið yvirhálaði Ukreina, sum tapti ímóti Spania, og Russland, sum fyrr í dag tryggjaði sær 2. plássið við 2-0-sigri ímóti Makedonia.


England hevur leingi verið trygt víðari til EM-endaspælið, og í kvøld fullførdu teir eina ótrúliga undankapping, har teir hava vunnið allar tíggju dystirnar í bólkinum. Eitt skert enskt lið vann í kvøld 3-0 ímóti Litava. Ross Barkley, Alex Oxlade-Chamberlain og eitt sjálvmál vóru á máltalvuni.


Higartil er Ísland einasta norðurlendska landið, sum hevur spælt seg víðari. Svøríki og Danmark skulu spæla playoffs, men í morgin kann Noreg spæla seg víðari. Teir eru í løtuni á 2. plássi tvey stig frammanfyri Kroatia. Tað kann tó broytast, tí í morgin skal Noreg á vitjan hjá Italia, meðan Kroatia skal á vitjan hjá Malta.


Londini, sum higartil hava tryggjað sær luttøku til EM-endaspælið í Fraklandi næsta summar, eru hesi:


Frakland

Ísland

Kekkia

England

Eysturríki

Spania

Sveis

Italia

Wales

Belgia

Portugal
Albania
Týskland
Pólland
Norðurírland
Rumenia

Russland

Slovakia